SMS: Í dag kl. 16.30 verður hugnaligi jólabýurin á Torginum í SMS tendraður og Okkara bjóðar nissuøl til øll børnini.
Jólabýurin, sum hevur glett bæði vaksin og børn seinastu mongu árini, er við tíðini vorðin ein partur av jólunum við tað, at er blivin siðvenja hjá nógvum familjum at vitja jólabýin - og kunnu nógv vera samd um, at tað eru ongi jól uttan jólabýin í SMS.
Jólabýurin hevur skift ham á hvørjum ári, og tað fer hann sjálvandi aftur í ár. Tað er sostatt altíð ein serstakur spenningur at síggja jólabýin verða tendraðan, hvussu vættrarnir húsast og hvat teir finna uppá hesa ferð.
Tá jólabýurin í SMS er tendraður, er bert eftir at siga, "Latið bara jólini koma".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo