Sambært evangeliinum var Heródes ein ógvuliga illur maður. Sjálvgóður og sjálvrættvísur vildi hann ráða yvir lívinum hjá børnunum og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allastaðni har um vegir, sum vóru tvey ár og minni. (Matt. 2).
Í dagsins samfelag hoyrist ein fjøld av pápum og mammum við sama spilta sinnalagið, sum hin ræðuligi Heródes hevði. Følsk slagorð ljóða víða um, at kvinnan skal ráða yvir børnunum í egnum kroppi. Og um ynskiligt, fáa rætt til, at drepa øll gentu- og dreingjabørn í øllum heiminum, sum eru bert nakrar fáar tímar gomul og heilt upp til 9 mánaðir gomul.
Hugsa um títt samfelag við Jesus og børnini komandi jól, tá ið tú situr á møti ella í kirkju og hoyrir jólaboðskapin um frelsara heimsins, Jesus Kristus, sum Heródes vildi drepa. Eru vit nakað frægari í dag? Nei! Kunnu vit bøta um syndarligu støðuna, sum tjóð? Ja! Hvørja støðu hevur tú til hetta álvarsmál?
Gott vikuskifti.
Ragnar Ludvig
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo