Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri trimum árum síðani fór eg til lækna. Eg hevði fingið blóðforgiftning í ein fingur, av einari zink splintur, sum eg hevði fingið á Zinkfabrikkini, sum eg arbeiddi á í eini 2 ár. 

Dagligdagurin var at hanga dimsar uppá krókar fyrrapart og taka teir av aftur seinrapart, eftir at teir vóru dyppaðir í flótandi zink. Heitgalvanisering kallast tað, og onkuntíð fekk man eina splintur í eyga og onkuntíð eina í fingurin, og betendilsi var líkasum ein partur av tí heila, og eg hevði eina fína reyða striku upp á hálvan undirarmin um morgunin, og tí metti eg, at eg kundi fara til arbeiðis og klára tann dagin, áðrenn reyða strikan kom allanvegin til hjarta, sum opinbart er endastatiónin á zink ævintýrinum.

Klokkan 12 sá eg, at eg mundi fara at klára meg til kl. 15, tá arbeiðsdagurin var liðugur. 

Danskarar eru púra villir við at fara til arbeiðis á hálvari nátt og eg var byrjaður kl. 06.

Men til mín skrekk sá eg, tá eg kom til læknamiðstøðina, at hon stongdi mitt um dagin, altso klokkan 15, júst sum eg kom brasandi, og í Danmark eru tey, eftir mínari meining, sum lítlir týskarar og koyra fullstendiga slaviskt eftir klokku og vikunr., paragraffum og hvat tey annars stuðla seg til, fyri at sleppa undan at gera nakað, og flotta lækna-dupultglashurðin vikaðist heldur ikki, tá eg bankaði uppá, við einari reyðari striku, sum var komin allan vegin upp. Til alla lukku kom ein lækni, onkunstaðni frá baksíðuni av húsinum og eg rann yvir til hana og kærdi mína neyð og lukkutíð (helt eg tá), lat hon glashurðina og vit fóru inn í manntómu miðstøðina, kl. 15:01.

Hon trúði ikki sínum egnu oyrum, tá eg fortaldi um mín plan at fáa tvær flugur við ein smekk og hon spurdi meg ymsar spurningar, og sanniliga skal ikki nógv til, fyrr enn eg byrji at fortelja og reypa og onkuntíð gera eitt sindur av. Umframt at geva mær eina recept uppá pencilin, bað hon meg koma aftur at snakka við seg nakrar dagar seinni, og eg so gjørdi.

Tá eg so sat frískur aftur har, nakrar dagar seinni, spurdi hon enn meira inntil alt tað, sum eg hevði fortalt um, t.d. Fámara, sum upptók meg nógv - og annars hvat eg fekst við heima, av musikki, sketchum og annað. Eisini fortaldi eg henni nakað snedigt: Sjálvt um eg hevði "alt", sosum hund, damu, bil og bóndagarð, so var eg tað (sum eg nú veit var sorg) ikki ordiliga nøgdur við nakað sum helst. Hon gav mær ein pakka av "lykkepillarum" og eina ávísing til ein psykiatara í Svendborg.

Svendborg-dagurin var nakað heilt fyri seg. Eg fór fyrst til arbeiðis og kl. 11 koyrdi eg til Svendborg og snakkaði í ein heilan tíma við ein ógvuliga fittan, gamlan psykiatara. Hann spurdi og eg fortaldi. M.a. (eg veit ikki rættiliga hví) nevndi eg onkur tilvildarlig ting úr lívinum, so sum ein Summarfestival, har eg upptraðkaði saman við Boney M, um mín leiklut í Bye bye Bluebird, Atlantic Radio, Prix Føroyar og Hanky Panky.

Knappliga segði hann, og eg citeri: "Nu får du en diagnose af mig. Der vil herske tvivl om denne diagnose og du vil blive sendt lidt rundt her i huset, men jeg ved hvad jeg laver, fordi jeg har lavet dette her i 25 år", og gav mær ein pakka av anti-psykotiskum tablettum.

"Ok", segði eg.

- Du har diagnosen skizoaffektiv personlighedsforstyrelse og maniodepressive eller bipolare psykoser.

Eg bleiv paff... Púra paff. Paff av øllum. Paff av, at ein persónur bara soleiðis kann vita alt. Altso: Eg var rættiliga imponeraður. Men eg var eisini paff uppá tann keðiliga mátan, sovrit: Say WHAT!?! Altso eri eg tað??? Hvat merkir tað? Tað ljóðaði heilt ófatuliga innviklað og klikkað.

Eg burdi slett ikki sloppi at koyrt bilin tann langa vegin heim - eg var púra við síðuna av mær sjálvum.

Diagnosan mól í høvdinum á mær. Hvat merkir hon? Merkir hon, at eg altíð havi verið tað? Vil tað so siga at eg eri gak-gak? Tað passaði eisini fínt við, at eg hevði problemir í barnagarðinum, í fólkaskúlanum, á læruplássinum og øllum arbeiðsplássum eg havi verið á. Var tað tí? At eg var gak- gak?

Eg byrjaði at taka medicin móti skizoaffektiv personlighedsforstyrelse og maniodepressive eller bipolare psykoser. 3x25 mg av Quetiapine. Eg tók eina og svav í 20 tímar. Næsta dagin mátti eg siga á arbeiðinum: "Umskylda at eg ikki var til arbeiðis í gjár. Eg forsvav meg."

Eg át tablettirnar og hutlaði meg gjøgnum nakrar arbeiðisdagar, har eg forsvav meg næstan hvønn einasta dag og onkuntíð slett ikki møtti upp. Tað var heilt forferdiliga ringt at halda meg vaknan.

Eftir eina stutta tíð fekk eg so nógvar skideballir at eg fór heim, skrivaði eina 4 síðurs uppsøgn og brendi allar brýr. Hesa tíðina var eg forferdiliga keddur um tað heila. Keddur at eg hevði eina so langa diagnosu og at eg ikki kláraði at halda meg vaknan. Keddari eg bleiv, meira hækkaði læknin mína dosis, sum í dag er uppi á 700 mg Quetiapine.

Eftir eina tíð strikaði psykiatarin helvtina av diagnosuni og nú var eg "bara" Bipolar.

Eg bleiv gangandi heima og mól og tók medisin og var annars nokkso friðarligur. Sjálvandi var eg tað, eg tók nokk medicin til at sova 400 tímar um samdøgri.

"Nýggja" diagnosan førdi við sær, at eg skuldi ganga í ein Bipolar-skúla, hvønn hósdag í 6 mánaðir. Har gingu 12 onnur fólk, men eg helt ikki, at eg hevði nógv til felags við tey. T.d. var ein dama sum fortaldi, at ein morgun hon vaknaði, var hennara bilur stolin, og síðani tað hevði hon havt sterka angist. Eg kom til at flenna hart og øll hugdu eftir mær.

Eg gav ikki nógv fyri hesi "sjúku" fólk, men sum altíð, so vildi eg vera ein góður næmingur.

Vit fingu eina uppgávu: Finn útav hvørjum forfedrum tú hevur arvað "sjúkuna" frá. 

Eg fór heim og gjørdi mína ættartalvu, allan samlan vegin aftur til Adam og Evu og Gud. Eg eri tiptip (162 ferðir) abbasonur Gud. Eg gleddi meg at hava framløgu.

Næsta lektia var: Ger tína lívslinju, frá føðing (1966) til í dag. Sera spennandi. Eg setti alt uppá eitt brett, ups and downs (koyr meg upp, koyr meg niður). Knappliga gav sangurin meining og eg skrivaði ting sum:

Mín fyrsta hest Nero, "Bøllefrø", "Kollafjarðarsangin", mína fyrstu konsert í høllini á Hálsi, fleiri ólavsøkukonsertir, mín "Chevy BelAir ´57", Radio Kollafjørð, Atlantic Radio, "Grønjakkar", "Hanky Panky", "Prix Føroyar", "F-dagarnar", Hin Stuttliga flokkin, "Eg sá ein mann í Hirtshals", G-festivalar, Summarfestivalin, Bókina hjá Edvard Nyholm Debes, "Lazy Cow", hyttuna við Ringvegin, Fámara og Stjernekilde, sum mótsvar til allar mínar innleggingar á Velbastað, Blákross ("Blákross Blues") og á Deild 2 og "Koyr meg upp, koyr meg niður" virkaði ordiliga profetiskur.

So kom mín framløgudagur endiliga og eg var sera spentur. Hini fólkini høvdu lagt fram tað, sum eg vil kalla eitt millumting millum tvætl og onki. Tey søgdu sovrit sum, "...så blev jeg atten og så gik det lidt op, og så blev jeg nitten og så gik det lidt ned". Gaaab, hugsaði eg, lova mææær!!!

Eg fór stoltur upp og byrjaði við at fortelja um mínar forfedrar, sum eg hevði verið og vitja m.a. í Gamla Kirkjugarði, í jólaferiuni. Eg hevði fyrireika eina fantastiska framløgu. Tá eg fór frá mær, og til at fortelja um pápa mín og abba mín, segði lærarinnan: "Stop, Johan, Stop, det er rigeligt".

- Say what?!? Hey, eg vil sleppa at fortelja, tí eg havi eitt poeng, segði eg.

- "Nú er tað sjúkan hjá tær sum snakkar", segði hon.

Øv. Eg misti pippið.

- "Vi vil høre om DIG", segði hon og tað hjálpti eitt sindur.

So byrjaði eg at fortelja um meg. Eg var akkurát byrjaður, tá hon rópti meg út í gongina:

- Johan, synes du ikke, at det er bedst at du bliver indlagt?

- Om jeg synes det?!? Nej, det synes jeg ikke.

- Jamen hvordan haaaar du det? Jeg er så bekymret for dig.

- Jeg har det fint, segði eg, sum satt var. Jeg har aldrig havt det bedre (burtursæð frá at hon hevði oyðilagt eina framløgu, sum eg hevði trenað í 3 mánaðar).

- Tænk dig nu godt om, segði hon, synes du ikke at det er bedst at du bliver indlagt?

- Nej, altså jeg har det fint.

- Jamen det er din sygdom, segði hon, du ved ikke selv hvordan du har det, men JEG ved det, segði hon.

Hvat skal man tá svara? 

Ok, segði eg, så indlægger jeg mig.

Tað var ein "ordentlig mundfuld", tí tað merkti, at eg ikki hevði skræpuna av, hvat var upp og niður í nøkrum.

Vit fóru inn á eitt kontór og hon bað meg vera friðarligan, meðan hon ringdi og orðnaði "da hoyla". Hon ringdi her og der, men legði so rørið á og segði suffandi: Har var onki at gera, alt var upptikið allastaðni.

Eg var rættiliga nervøs, soleiðis ikki sjálvur at vita, hvussu eg hevði tað og eg segði: 

Hvat gera vit so nú?

- Der er en plads på mandag, så du er nødt til at tage hjem og vente i 4 dage.

- Okay, segði eg. Så vil jeg skrive....

- Nej nej nej, segði hon, du må ikke skrive noget. Det er meget vigtigt, ellers udvikler sygdommen sig. Lov mig dette her: Hvis du skriver noget, så send det til mig. Du må ikke sende noget som helst til nogen anden end mig (eg hevði langtsíðani fortalt henni at eg elski at skriva og plagi at chatta við eini 50 fólk í senn). Hon tók eitt a4 pappír og eina reyða tusj og skrivaði við stórum bókstavum: HUSK SKRIV KUN TIL ANNE.

Sjinklandi fór eg út í bilin og helt í pappírinum, sum ein lítil drongur, sum er sendur at keypa.

Tá eg kom heim, aaaanaði eg ikki hvat eg skuldi gera. Eg eri vanur at skriva til onkran, spæla ein sang, koyra brenni í ovnin og so aftur skriva til onkran. Eg havi minst ein persón pr. hobby eg havi, sum eg skrivi til. Onkran um filosofi, onkran um mystik, symbolismu, stuttlig ting, etc. etc. og nú skuldi eg ONKI, umframt at eg hevði fingið at vita, at tað stóð heilt illa til í ovastu hædd og at eg ikki sjálvur hevði skræpuna av tí. Eg fór eftir brenni.

Á veg eftir brenni fekk eg eitt hugskot og eg rann omanaftur til húsini, uttan brenni: Eg vildi gera eina "Hanky Panky"-sending til sjúkrapleygirskuna, við dundrandi fult av effektum: Mítt lívs besta radio-program, stíla til ein einkultan persón. So kundi hon sleppa at vita, hvussu tað er at verða Johan í Kollafirði, maðurin sum fær 1.000 hugskot um tíman og avprøvar tey øll.

Tað tók 60 tímar at gera hana og hon bleiv 52 minuttir long, 1 minutt pr. ár sum eg eri. Eg helt at hon var fantastiskt (tað haldi eg altíð, tá eg geri okkurt - annars hevði eg ikki gjørt tað).

Mánamorgun ringdi eg til hana. Eg hevði verið í bað og hevði pakkað eitt lítið kuffert og eg hevði ongan skrivað til og pappírið frá henni lá á einum stóli við síðuna av mær. Eg hevði nemliga fingið eina tíð at snakka við hana, umframt at eg skuldi innleggjast, so eg vildi vita, um eg fyrst skuldi á fund og so heim aftur, tí so vildi eg taka bilin, ella um eg skuldi innleggjast beint aftaná fundin, so vildi eg taka tokið, so Rúni kundi hava bilin.

Hon spurdi um eg hevði skrivað til nakran.

- Nei, ongan, segði eg, tí eg havi gjørt eina radiioo....

Hon breyt meg av: Jamen so ert tú blivin frískur, segði hon.

Say what?!? Frískur over-night, eftir at hava verið sjúkur í antin 3 ella 52 ár? Frískur? Hvat meinar tú? Hvussu frískur?

Eg var øgiliga forvirraður og legði rørið á og ringdi til Rakul og fortaldi da hoyla.

Rakul segði: Slappa av. Hon hevur hálað teppið undan tær og tú er forvirraður nú og tað skilji eg væl.

Eg segði: Snedigt, men tað einasta eg hugsi um, er at skaffa eina fløsku av Vodka.

- Ja sjálvandi, segði hon. Tú hevur stríðst, og nú vísir tað seg at tú hevur stríðst fyri ongum. Tú mást upp aftur á hestin, uppaftur at stríðast. Stríðast fyri at blíva innlagdur, tað klárar tú gott.

Eg legði á og byrjaði eg at senda brøv til Anne, júst sum tað stóð á seðilinum. Eg skrivaði sum eitt maskingever og trýsti send, hvørjaferð eg hevði skriva eina síðu (tað tekur mær ikki nógvar minuttir at skriva eina a4).

Klokkan nærkaðist 12 og nú byrjaði telefonin at ringja: Anne Psyk ringer, segði skermurin.

Eg skrivaði og skrivaði og klokkan 16 fekk eg eitt sms: Der er et værelse ledigt til dig på P3 (psyk.)

Eg skrivaði eitt bræv til P3:

"Her er et link til en 52 minutter radioudsendelse om Johan.

Johan ankommer senere i dag.

Hilsen Johan"

So fór eg til tokstøðina. Rúni koyrdi meg.

Meðan eg koyrdi við tokinum, fyristilti eg mær, hvussu tey lurtaðu eftir mínari sending. Eg hopaði at tey øll, við øllum sínum erfaringum, fóru at kenna okkurt aftur, frá øðrum (ørum, haha) fólkum tey høvdu havt inni. Eg gitti at eg kanska bleiv útskrivaður sama dag, uttan diagnosu, og kanska sum eitt geni ella flogvit.

Sendingin var simpelthen onki minni enn fantastisk, hvis man spyr meg, men hvør eri eg, sum ikki veit at eg eri gak-gak... Nokkso fløkjasligt.

Eg fann skjótt útav, at eg var innlagdur á lukkaðari deild og at ongin hevði hvørki hoyrt mína sending, ella vóru áhugaði í henni. Eg var, reint út sagt, bara ein kyllingur á einum slaktaríi og eg bleiv vigaður og máldur og skuldi nema við nøsina meðan eg blundaði og so í song.

Næsta dag kom ein lækni at snakka við meg. Eg spurdi hana um hon hevði hoyrt sendingina?

Nei, tað hevði hon ikki og tað hevði hon heldur ikki tíð til, segði hon. 

Eg segði at man kundi spara nógva tíð, tí sendingin var sum ein reinur supputerningur - ein atombumba: 60 tímars arbeiði um 52 ár kóka niður í 52 fantastiskar minuttir.

Eg segði at hon mátti minnast til popcorn, tá hon fór at lurta. 

Hon hugdi eftir mær, sum um eg var skítbýttur.

Triðja dagin kom aftur ein lækni at snakka við meg. Somu spurningar. Eg protesteraði og spurdi um hon hevði hoyrt sendingina? Nei, tað hevði hon heldur ikki.

So spurdi hon meg tað sama sum daman dagin fyri.

- Nej nej, hov hov, segði eg, det har jeg svaret på og jeg svarer også på det og meget andet i udsendelsen. Du kan bare høre den i stedet for.

- Nej, jeg kan bedre lide at snakke med patienterne, segði hon.

- Nåh ja? segði eg, men jeg gider ikke at svare på det der, du kan læse rapporten fra i går.

So bleiv hon súr og samrøðan steðgaði.

Tað næstu vikuna hendi hvørki eitt ella annað. Bara sova, eta og hyggja inn í ein gráan vegg.

Eg var, tíverri, mettur at verða ein av teimum heilt svøku og slapp tí hvørki at hava telefon ella teldu, bara ein kúlupenn, so eg skrivaði ein fullan blokk av yrkingum og søgum, men til endans var tað heldur onki stuttligt. 

Tann 9. dagin fór eg yvir til "akvariummið" (tað kalli eg teirra kontór. Tey kunnu verða uppí 14 fólk, sum sita stúva har inni, meðan vit klikkheysar ganga og mala á gongini).

- Ja? svaraði ein "onkur".

- Jeg vil gerne checke mig ud fra det her hotel, segði eg, fyri at vera stuttligur.

Men tað kundi man ikki, tí: Nu nærmer det sig aftentimerne (klokkan var 15) og sådan noget skal foregå i dagtimerne.

Dagin eftir var eg fyrr á degnum, og segði tað sama og so kom ein lækni og vit skuldu snakka "alvorligt og undir 4 eygum".

Hon segði: Er du klar over at du er her frivilligt?

- Ja, segði eg.

- Hvis du insisterer på at komme ud nu, så er jeg nødt til at ændre det til en tvangstilbageholdelse. Men hvis du venter til i morgen, så skal jeg skrive en fin anmeldelse om dig og anbefale at du slipper ud i morgen.

- Ok, segði eg.

Næsta dag hendi precis tað sama og hon segði: Hvis du insisterer på at komme ud i dag, så er jeg nødt til at lave en tvangstilbageholdelse.

- Jamen, så synes jeg at du skal gøre det, segði eg, tí hallów, man kan lumpa fólk eina, kanska tvær ferðir, men så går den ikke længere og hvørjir 24 tímar í innisperraði isolatión eru virkiliga langir 24 tímar og nú var eg komin uppá 240 tímar av absolutt ONGUM.

Men tað hevði hon ikki roknað við og tað útloysti eina rúgvu av pappírum og undirskrift frá tveimum yvirlæknum, pluss (tað allar besta): Ein sakførari kom at snakka við meg, tí tá man er "Tvangstilbageholdt og frihedsberøvet" (sum er líka so ógvusligt sum at blíva kidnappaður), so fær man "juridiskan bistand". 

Tað visti eg slett ikki, men var glaður fyri at eg hevði valt "tað býttasta man kann".

Higartil hevði ONGIN havt áhuga fyri mær, men hesin jura-umboðsmaðurin vísti seg at vera ein fínur fýrur og uppá 5-10 minuttir hevði eg fortalt honum "da hoyla".

Hann segði: Hevur tú fingið ein behandlingsplan?

- Nei, eg havi onki fingið frá nøkrum, uttan eina rúgvu av medisini.

- Ahhh, segði hann, tú hevur krav uppá eina behandlingsplan og viðgerðarætlan frá fyrsta degi. Hann fór út, inn í akkvariummið og kom aftur við tveimum a4-arkum, sum vóru klipsað saman.

Har stóð at eg hevði gjørt tvey ting, og tí var eg afturhildin: Sent nógv brøv og eti hundamat (breyð við livurposteig) og at man helt meg inni, inntil svar kom uppá ein blóðprøva uppá hasa føroysku sjúkuna, CTD (svarið er ikki komið enn, nú eru 18 dagar farnir). 

Hann gjørdi eina góða klagu og sendi hana inn og segði:

Nú er hon send til patienklagenævnet og so senda tey eina læknaváttan inn. Eg giti at tey koma at snakka við teg í dag og at tú nokk sleppur leysur nú. 

Hann fór... og ongin kom... 2 dagar seinni bað eg aftur um at snakka við hann og eg segði:

Ongin hevur snakkað við meg, hvat sker?

- Ja, tey hava ikki sent læknaváttanina inn enn. Tey hava 7 dagar at gera tað í og eg rokni við at tey ætla at drýggja tað sum longst. Ver tú ein "mønster-fange", segði hann. Minst til: Alt sum tú sigur, brúka tey ímóti tær.

Eg segði ikki meira við tey, men mintist ikki hvat eg hevði sagt. Hvør minnist hvat man segði í næstsíðstu viku?

Sanniliga bíðaðu tey í 7 dagar, men 7 dagar ganga eisini, sjálvt á "Lukket og Slukket", sum eg plagi at kalla hetta staðið. Eg ringdi eftir umboðsmanninum og hann kom, fór inn í akvarie eftir læknaváttanini.

Hvat høvdu tey skrivað?

Hann hevði fortalt mær, at eftirsum eg var í risiko-bólki 0 (ætli hvørki at gera skaða á meg sjálvan ella nakran annan), so høvdu tey bara EIN møguleika at afturhalda meg: Prógva at eg eri sinnisjúkur.

Vit lósu og eyguni vóru um at poppa úr høvdinum á mær. Gott nokk havi eg hoyrt, at psykiatarar lesa gjøgnum psykiatriskar "brillur", men himmel og bøff:

Tey trúðu ONGUM sum eg hevði fortalt og har stóð at eg hevði stórheitsvanvid (ja, ja, tað havi eg kanska) og vrangforestilninger (tað havi eg IKKI) og so stóð:

"Patienten bilder sig ind at have spillet hovedrollen i en film til 10 millioner (Bye bye Bluebird) og at han har sunget til en konsert med 10.000 tilskuere, sammen med Boney M (Summarfestivalurin 2005). også forestiller han sig at være en berømt radiospeaker, musiker og han forestiller sig at have lavet flere Hits. Han forestiller sig at flere journalister har fulgt ham i mange år (Ingun í Skrivarastovu og Edvard Nyholm Debes) og at han har haft sit eget politiske parti (Hin Stuttligi Flokkurin) og han beder os flere gange om at google sig."

Um eina viku skal eg standa frammanfyri eitt panel og skal forsvara meg.

Tí skrivi eg hesa grein. 

Eg ætli at leggja hesa grein fram sum prógv, og eg hopi at hendan grein fær eina faktabox og fleiri myndir. 

Takk fyri, tú sum hevur lisið so langt, men meiningin er einamest, at eg fái eitt kopi sum prógv.

Fylg við, um eg blívi leyslatin og gleð teg til endurgjaldskravið, sum eg fari í holt við, tá eg verið leyslatin.

Henda grein er skrivað, sjálvt um eg fái nokk medisin til at drepa ein lítlan hest, men I'm Still Standing.

Heilsan 
Johan í Kollafirði

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo