Jobmatch.fo: Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum fer at seta starvsstevnuna.
Í ár luttaka íalt 77 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og áhugin fyri at tekna til hjá teim vitjandi hevur verið metstórur í ár.
Høvuðssponsorar til Jobmatch eru Tórshavnar kommuna og Bakkafrost. Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch.
Dyrnar lata upp kl 12, og setanin verður kl. 12:10.
Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvsstevnan er endar kl. 17, tá Jazzygold fer at spæla nøkur løg.
Til ber at kunna seg um skránna á www.jobmatch.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo