Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í skýming á trøðni, eg hómi á lónni, har dandar eitt æðupar.

Sum her vit sita við veitslunnar borð, tankarnir víða sveima.

Sum ungur eg fór, ei skútan var stór, Snellan og so mangar aðrar sangir hevur hann givið okkum, fyrst miðvingum og síðani øllum Føroya fólki, skemtingarsamur og altíð í góðum lag líka til tað síðsta.

Nú fór hann um sýnina, skaldið, reiðarin, skemtarin, forrætningsmaðurin, bóndin, beiggin, pápin, abbin, Jens Eli Ellefsen.

Eingin kundi sum Jens Eli handfara eitt borðhald, um tað so vóru 50 ella 500 fólk til borðs, so var hann altíð líka skemtingarsamur og undirhaldandi, vísur og hittinorðaður.

Eg minnist so væl eitt av teimum fyrstu bygdaballunum, har 600 fólk vóru sett til borðs, og har var tøgn, so kom Jens Eli við mikrofonini og segði: “ Nú, eftirsum tað bara eru vit her, skulu vit ikki fara at syngja ein sang” og so brast øll mannamúgvan í skellilátur, og ísurin smeltaði.

Soleiðis var hann, Jens Eli, ivaleyst so stavaði góði málburðurin frá mammuni úr Rituvík, tí næstan øll systkinini hava staðið frammalaga, tá tað kemur til tað at taka orðið og standa fram.

Jú, saknurin verður stórur allastaðni, har hann vanliga kom, í undirhúsinum, í kirkjuni og ikki minst hjá familjuni, sum var so kær fyri hann. Hóast hann nú hevur verið sjúkur í eina árarekkju, so fylti hann nógv, har hann kom, og sjálvt um takk er eitt so lítið og fátækt orð og mangan kemur ov seint, so fari eg her at takka Jens Eli fyri hansara framúrskarandi sangir og hansara kærleika til heimbygdina, Miðvág, sum hann eisini hevur yrkt ein sang til.

Friður verið við minnunum um Jens Eli Ellefsen

Valdemar á Løgmansbø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo