Ímeðan stórir partar av USA og Europa stríðast ímóti Covid-19, sær út til at virusið er um at hvørva í Japan.
Hóast tað nærum er ov gott til at vera sætt, so er tað kortini veruleiki: Frá at hava havt yvir 25.000 tilburðir um dagin, og frá einum heilsuverki, sum nærum var um at hokna undir trýstinum, so er korona so gott sum horvið úr samfelagnum í Japan eftir bara seks vikum.
So gott sum allar avmarkingar eru nú tiknar burtur, men kortini er virusið ikki komið aftur.
Ongin er fullvísur í orsøkini enn. Summi siga, at tað er tí, at ein stórur partur av fólkinum eru koppsett, og so gott sum øll sjálvboðin eru í munnbindi, tá tey fara út.
Men onnur halda, at orsøkin er ein heilt onnur.
Delta varianturin av Covid-19 kann hava "muterað seg sjálvan íhel", sum Ituro Inoue, leiðandi granskari á Japanska stovninum fyri Genetik sigur við Japantimes.
Sum skilst ber til hjá virusinum at mutera á ein hátt sum ger, at tað ikki longur smittar, og soleiðis doyr tað út av sær sjálvum. Og tá Delta frábrigdið hevur troka allar hinar variantarnar burtur, so er ongin at taka yvir, og smittan er horvin.
Ituro Inoue er varin við at siga, at reinføri, frástøða og koppseting ikki eisini hava gjørt sítt.
Men tey hava roynt síni ástøði í royndarstovum, og eru komin fram til, at tað er ein sannlík orsøk, at virusið á ein hátt hevur "muterað seg sjálvt íhel".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo