Væntaði livialdurin í Japan er 85 ár, men tað er ikki høvuðstrupulleikin at japanar liva so leingi, men harafturímóti at tað verða fødd alt ov fá børn.
Avbjóðingin var eksemplifiserað í vikuni, tí fyri fyrstu ferð eru heili 10 prosent av fólkinum yvir 80 ár, skrivar BBC.
Í fjør vórðu fødd 800.000 børn í Japan, sum er lægsta talið í yvir 100 ár. Í 1970-unum vórðu fødd yvir 2 milliónir børn árliga.
– Tey 6-7 komandi árini er seinasti møguleiki vit hava at venda gongdini, sigur forsætisráðharrin, sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo