Sambært felagsskapinum Open Doors vórðu 5.621 kristin dripin fyri sína trúgv í fjør. Samstundis liva yvir 360 milliónir kristin við at forfylging, marginalisering og strangt eftirlit er ein partur av gerandisdegnum í londum kring allan heim, sum ikki hava trúðarfrælsi.
Hetta er tað mesta nakrantíð, skrivar Kristeligt Dagblad.
Open Doors byrjaði at hava eftirlit við forfylging av kristnum í 1993, og støðan er bara versnað síðani tá. Tá vórðu 40 lond eyðmerkt, har kristin verða jagstrað í serliga stóran mun. Hetta talið er nú vaksið til 76 lond.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo