77 ára gamli Rolling Stones sangarin Mick Jagger, ið dansar sum ein hani, er so fegin um útlitini at sleppa úr koronastongslinum, at hann hevur yrkt ein sang, Eazy Sleazy, sum hann hevur fingið Nirvana trummusláaran og Foo Fighter frontmannin Dave Grohl, sum bara er 52, at syngja saman við sær.
Eazy Sleazy er ikki bara um at liva í eini tíð við covid-19 hóttanini, men eisini við tí frælsi, sum er beint um hornið, nú øll á okkara leiðum kunnu fáa vaksinu og sleppa at ferðast.
Í sanginum sigur Mick Jagger, at hann hevur lært seg at matgera, og hevur tikið skeið í samba á zoom, sum tó ikki gekk frægari enn at at hann datt á gólvinum.
- I landed on my ass, sigur hann í sanginum.
Tey mongu, sum hesa tíðina hava gjørt vart við, at alt koronauppstandilsið er einki annað enn ein samansvørjing, fáa eisini ein stikkpillara frá Mick Jagger, sum einaferð sang um ein heilt annan pillara.
Í hesum føri sigur hann: Shooting the vaccine/Bill Gates is in my bloodstream/It’s mind control/The earth is flat and cold/…The second coming’s late/And there’s aliens in the deep state....
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo