Seinastu árini eru bondini millum Føroyar og Ísrael styrkt á nógvan hátt og síðani føroyska sendistovan varð sett á stovn, er veruliga komið dik á.
Í døgunum 11. - 14. oktobur vitjar fyrrverandi sendiharrin Dr. Shay Attias úr Ísrael í Føroyum. Shay hevur starvast innan diplomatiið í ísraelsku stjørnuni.
Dr. Shay Attias er PhD í stjórnarvísindi og undirvísir í dag innan Diplomati við Bar-Ilan Universitetið í Jerusalem og hevur síðani 2013 verið virkin í at skapa sambond millum kristin og jødar.
Hann arbeiðir fyri, at fólk skulu skilja betri tað bíbilska Ísrael, tað modernaða Ísrael og síggja týdningin í teim jødisku/kristnu virðunum.
Eisini hevur hann stovna hjálparfelagsskapin Shuva Israel, sum upplýsir um ymisk viðkomandi viðurskifti í Ísrael.
Dr. Attias ynskir at skapa eitt enn tættari samband millum Ísrael og Føroyar.
Hann fer m.a. at tosa um støðuna í Ísrael og í miðeystri i dag.
Høvi verður at hoyra Dr. Attias á hesum støðum:
Mikukvøldið tann 11. okt. kl. 19:30 í Nebo á Toftum
Hóskvøldið tann 12. okt. kl. 19:00 í Filadelfia í Gøtu
Fríggjakvøldið tann 13. okt. kl. 20:00 í Filadelfia í Tórshavn
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo