Ísland kláraði aftur nú at skapa eina sensasjón í endaspæli og hesaferð í dystinum móti stóru fótbóltstjóðini Argentina.
Tað stóð nógv á íslendingum og Argentina trýsti og trýsti so at siga allan dystin, og mangan var torført hjá íslendingum at fáa bóltin burtur úr 16-metrinum
Men íslendski málverjin gjørdi fleiri meistarligar bjargingar, ikki minst at taka eitt brotsspark frá Messi, og var heilt avgjørt tann sum bjargaði Íslandi til javnleikin. Dysturin endaði 1-1.
DR.DK sendur dystin - trýst her
Ísland (4-4-1-1): Hannes Thor Halldorsson - Birkir Mar Sævarsson, Ragnar Sigurdsson, Kari Arnason, Hurdur Magnusson - Birkir Bjarnason, Aaron Gunnarsson (C), Johann Gudmunsson, Emil Halfredsson - Gylfi Sigurdsson - Alfred Finnbogason.
Argentina (4-4-2): Willy Caballero - Eduardo Salvio, Nicolas Otamendi, Marcos Rojo, Nicolas Tagliafico - Maximiliano Meza, Lucas Biglia, Javier Mascherano, Angel Di Maria - Lionel Messi (C), Sergio Agüero.
Uppdateringar: Sergio Agüero skoraði fyrsta málið í dystinum millum Argentina og Ísland, men nú hevur Alfreð Finnbogason skorað fyri Ísland, so støðan er 1-1 og spenningurin er øgiligur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo