Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2012 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, kunnu nú skriva barnið/børnini inn.
Innskrivingin er fyri skúlar, forskúla og frítíðarskúlar skúlaárið 2018/2019.
Freistin at skriva seg inn er fríggjadagin 19. januar 2018. Innskrivingin er bert talgild í ár í sjálvgreiðsluni á torshavn.fo. Beinleiðis leinki HER.
Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av skúlunum, men er pláss ikki fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er.
Tá ið innskrivingin er liðug, fáa foreldrini boð frá skúlanum, har barn teirra skal í 1. flokk.
Forskúli
Foreldur ella verjar, ið ætla at skriva børn í forskúla í Sankta Frans skúla ella i forskúla í Skúlanum á Argjahamri, kunnu skriva tey inn á torshavn.fo
Innskrivingarskjalið
Er okkurt viðvíkjandi innskrivingarskjalinum, ber til at fáa vegleiðing á telefon 214140 ella 281123.
Meiri fæst at vita
um innskrivingina í skúlunum ella á Mentamáladeildini, Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri í skúlamálum, telefon 302010/281123.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo