Hagstovan: Innflutningurin til og við august er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,7 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 8,4% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11%.
Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 30% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.
Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 194 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 39%.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 8% meira er innflutt av hesum vørum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo