Innbrot hevur verið í timburhandilin hjá Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági, men hóast roynt var at fáa gamla pengaskápið upp, so eydnaðist tað ikki.
Helst er bert talan um stuldur av vøru.
Gerningsmenninir eru komnir inn gjøgnum ein brotnan rút. Hann var brotin við steinum.
Løgreglan er á staðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo