Hagstovan: Danskir ríkisborgarar fylla ikki eins nógv í fólkavøkstrinum sum áður.
Einans fjúrtan prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið kom av donskum ríkisborgarum.
Fyri fimm árum síðani fyltu teir 68%.
Størsti partur av vøkstrinum seinasta árið var millum ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond. Umleið tólv prosent vóru afrikanskir ríkisborgarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo