FSF: Christian Høgni Jacobsen er nýggjur venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum. Christian Høgni avlosir Fróða Benjaminsen, ið hevur røkt starvið seinastu tvey árini, men sum fyribils er fluttur av landinum.
– Hetta er ein ótrúliga spennandi uppgáva, og eg lá ikki leingi á boðunum, tá eg bleiv spurdur. Men hetta er eisini ein krevjandi uppgáva, tí fyri nógvar av hesum dreingjunum er U17 aldurin eitt snúningspunkt í teirra fótbóltslívi. So tað ræður um at taka uppgávuna í fullum álvara, og vit herja á beinanvegin, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.
Og longu í komandi mánað sleppa Christian Høgni og U17 dreingirnir veruliga at royna seg, tá EM-undankapping er á skránni í Albania. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Holland og Kroatia eisini í bólkinum.
Saman við hjálparvenjaranum, Rógva Nónsgjógv Poulsen, hevur Christian Høgni Jacobsen sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til stóru og spennandi avbjóðingarnar, ið standa fyri framman.
Hópurin
Markus Johansen, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Poul Eliasen, HB
Benadiktus Olsen, NSÍ
Jónas Brynhildarson Gaard, HB
Silas Bjarnason Joensen, HB
Jógvan í Lon, HB
Jógvan í Skála, HB
Dánial Mørkøre, Vejle BK (Danmark)
Dávid Reynheim, Torino FC (Italia)
Jeffrey Dulavík Berg, Skála
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, TB
Djóni Sivertsen, B36
Rasmus Emil Poulsen, B36
Dávid Høgnason, B36
Heini Sólheim Guttesen, B36
Páll Muller, KÍ
Jónas Samuelsen, B68
Dystaskráin
9. okt. Holland – Føroyar á Niko Dovana Stadion (kl. 10:00)
12. okt. Kroatia – Føroyar á House of Football (kl. 10:00)
15. okt. Føroyar – Albania á Egnatia Stadion (kl. 14:00)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo