Uttanríkis -og Vinnumálaráðið: Tann 1. juni 2024 verða sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin sum føroysk málsøki. Samstundis kemur kunngerð nr. 49 frá 29. mai 2024 um sjóuppmerking, siglingarskipanir o.a. í gildi. Kunngerðin kann lesast her.
Hetta merkir m.a., at eftir tann 1. juni 2024 verður Sjóvinnustýrið myndugleiki, tá ið ræður um sjóuppmerking og vitaverk.
Fráboðanir um skaða, feil, brek, mangul og annað við vita, sjóuppmerking, siglingarskipan, fráboðanarskipan og annað verða framvegis latnar MRCC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo