Í dag er Allahalgannadagur, minningardagur teirra sjólátnu, og nógvastaðni kring landið verða kransar lagdir við minnisvarðar fyri at minnast tey ið farin eru.
Í Vágstúni í Klaksvík leggur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, krans vegna býin. Jacob Vestergaard leggur krans vegna landsstýrið, Jógvan Páll Steinberg leggur krans vegna Klaksvíkar Útróðrafelag og Jastrid W. Niclasen og Absalon Hansen vegna ávíkavist Klaksvíkar arbeiðskvinnu- og arbeiðsmannafelag. Tiltakið byrjar klokkan 15.
Í Svínoy verður minningarhaldið longu klokkan 11, og har fer Óli á Geilini at flyta fram røðu eins og sangur verður.
Í Havn leggur løgmaður sum vænt krans við Minnisvarðan í Viðarlundini. Tað er aftaná siðbundna minningarhaldið, sum føroyska sjómansmissiónin skipar fyri á Vinnuháskúlanum klokkan 14.
Jógvan Fríðrikson, bispur, skrivar soleiðis á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni:
Havið gevur, og havið tekur. Allahalgannadag minnast vit tey, ið fingu váta grøv og sjólótust. Siðvenjan at minnast sjólátin er staðfest í tveimum løgtingssamtyktum. Tann fyrra er frá 1943, tann seinna í 1949.
Løgtingssamtyktin frá 30. november 1943 varð broytt tann 15. mars 1949 soljóðandi: “Í staðin fyri miðføstusunnudag verður á hvørjum allahalgannadegi 1. november flaggað á hálvari stong allan dagin til minnis um sjólatnar Føroyingar.”
Minningarhaldið allahalgannadag er bæði alment umboðandi allar Føroyar og staðbundið umboðandi tað lokala økið. Tað almenna minningarhaldið verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, og tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.
Á tí almenna minnigarhaldinum heldur Løgmaður talu og leggur síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni fylgir tí almenna minningarhaldinum.
Vit lýsa Guðs frið og signing yvir øll tey, ið mistu ein av sínum kæru við lívlát og deyða í ár og undanfarin ár.
Á hesum sinni takka vit fyri, at eingin føroyingur er deyður í yrki sínum á sjónum farandi allahalganna ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo