Frá Filmsfelagnum: Árliga filmstevnan í Cannes byrjar í dag. Onkrir miðlar kalla stevnuna heimsmeistarakappingina í filmi. Og okkurt er um tað, hóast hetta ikki er ein ítróttagrein, men nýggjasta listagreinin.
Tað er her, at mest áhugaverdu filmar verða frumsýndir og fáa umrøðu, hóast Oscarvirðislønin í einstøkum bólkum, so sum besti altjóða filmur, ikki skal undirmetast.
Í fjør var eingin filmstevna í Cannes, tí koronasmittan legði alt stilt.
Nú vísa vit aftur film í felag.
Í annaðkvøld vísa vit virðislønta ”Flugt”, sum skuldi verið vístur í Cannes í fjør. Hann varð í staðin sýndur einum altjóða áskoðaraskara á Sundance Film Festival í ár, og vann virðisløn fyri besta altjóða heimildarfilm.
Filmstevnan í Cannes heldur á til 17. juli, tá kunngjørt verður, hvør fær Gylta Pálman í ár.
Vanliga eru 40.000 vitjandi á filmstevnuni í Cannes, men eftir at eingin stevna var í fjør, vænta fyrireikararnir sambært tíðindastovuni AFP í mesta lagi helvtina.
Men ráð eru fyri tí.
Kom í Filmsfelagið í annaðkvøld og síggj ”Flugt” við egnum eygum, mitt í Havn.
Tað er filmur í felag. Her hjá okkum. Hvørt mikukvøld.
m:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo