Twitter er ikki bara hent hjá tí sum skal leiða eitt stórveldi. Sosiali miðilin er eisini ein fongur hjá tí sum ynskir at kanna menniskjuligan atburð.
Verður hýrurin góður tá ið vikuskiftið nærkast? Ella er hann ringur ein mánamorgun?
Við at analýsera 25 milliónir boð á sosiala miðlinum Twitter, eru granskarar komnir til at okkara hýrur meira ella minni fylgjur føstum mynstri.
– Hýrurin hjá okkum menniskjum er ymiskur ávísar tíðir í eini viku og á døgninum. Hetta sæst aftur í tí vit tweeta, sigur Lucas Bietti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo