Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er eitt 'áðrenn og aftaná' man ger stórar byggingar í náttúruna. Eitt av vakrastu økjunum í Havnini er horvið.

Ovara myndin er tikin, áðrenn havnaútbyggingin tók útsýnið frá Sandagerði. Seinna myndin er nýggj, og nú sær man ikki, at Nólsoyggin hevur eina bygd. Ei heldur tá ongar bingjur eru. Ongin fer nakrantíd aftur at síggja bygdina frá Sandagerði. Onki barn fer at standa har og hugsa um hvar sjógvurin endar. 

Inntriv í náttúru ávirka ofta stór øki rundan um. Eitt inntriv í fríøki við Sandá er ikki bara eitt inntriv í ein matrikkul, men eitt inntriv í eitt grannalag og ein býarpart, og fer at ávirka meir enn, hvat vit kunnu gita okkum til. 

Síðani 2010, tá byggisamtyktin varð broytt á skeivum grundarlagi, eru stórar byggingar framdar. Frá fríøkinum sært tú havnaútbyggingina, hús og íbúðir undir Kongavarðunum, eina risastóra ljósagráa brúgv sum trampar yvir um ánna og eisini kirkjugarðin, sum stendur í vøkstri. Summi inntriv eru neyðug.

Tá javnaðarfólk tosa um at verja náttúruna, er tað sannlíkt at val er í nánd. Tey vísa seg ikki at vera hetjur fyri náttúruna, tá tað kann kosta nakað...ella vónandi taki eg feil, tí hvat er friðað, um Sandá ikki er friðað?

Politikkarir taka avgerðir her og nú, men gloyma ofta at avgerðirnar eisini síggjast um 100 ár. Vilja tit hava hetta á tykkara eftirmæli?

Summi inntriv eru neyðug. 

Bygging vid Sandá er fullkomiliga óneyðug.

Seinasta myndin vísir vakra staðið vid Mylluhylin, har stóri betongbygningurin skal reisast fáar metrar frá. Lat hana ikki vera eina 'áðrenn' mynd. Verður hetta byggiloyvið givið, letur tað upp fyri bygging við td. Svartafoss og Hoydølum. Við hesum er friðing og tinglýsing ongin forðing meira. 

Jenny Old
Limur í Náttúrufylkingini - Sandá at frama

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo