Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Viðmerking til svar 1
Tað tykist sera trupult hjá Landstýriskvinnuni at siga sannleikan.

Tað verða ongar eftirlitsvitjanir gjørdar eftir eina umsorganaryvirtøku. Tað verða heldur ikki uppfylgingar gjørdar javnan. Barnaverndarnevndinar hyggja ikki eftir um eftirlit hevur verið ella spyrja inn til hví hetta ikki hevur verið gjørt. Barnaverndarnevndinar taka undir við øllum sum barnaverndartænastan leggur fram. Tað er sosialráðgevin í málinum, sum tekur avgerðir um hvat og hvør ella hvussu hjálpin skal gevast. Barnaverndarnevndi hyggur heldur ikki eftir hvørji tilmæli eru frá fakfólkum, sum eru um familjuna, men taka støðu út frá hvat sosialráðgevin í málinum mælir til. Í øllum førum verður ikki hugt eftir tilmælum frá fakfólkum, sum meta at meira hjálp skal setast inn heldur enn ein umsorganaryvirtøka. Um sosialráðgevin heldur vil hava børnini umsorganaryvirtikin enn at seta hjálp inn, JA so verða børnini umsorganaryvirtikin.

Høvðusbarnaverndarnevndin hevur sitið í fleiri ár, og kann tí ikki metast sum ein óheftur partur, tá fleiri av málunum hava verði fyri ár aftaná ár, og somu fólk hava tikið avgerðirnar. Ein óheft nevnd setur spurnartekin við báðar partar, og ikki einans tann eina partin, men tó so, er tað soleiðis høvðusbarnaverndarnevndin arbeiður, sum ein hjálparhond til barnaverndartænastuna heldur enn ein trygd fyri at øll neyðug hjálp verður givin børnunum.

Høvðusbarnaverndarnevndin fær einans tey skjøl, sum barnaverndartænastan vil geva, og biða tey sjálvdan ella nærum ongantíð um onnur skjøl, t.d skjøl, sum vísa hvør hjálp er sett inn.

Høvðusbarnaverndarnevndin hyggur heldur ikki eftir um barnaverndartænastan hevur gjørt eftir tilmælum ella yvirhildi avgerðir frá Høvðusbarnaverndarnevndini. Tá høvðusbarnaverndarnevndin ikki hyggur eftir allari sakini og tryggjar sær at alt er fari rætt fram, men bara góðtekur tey skjøl, sum barnaverndartænastan vil geva teimum, hvat hava vit so Høvðusbarnaverndarnevndina til?

Er Høvðusbarnaverndarnevndin tá ikki bert eitt stemplikontór fyri barnaverndartænastuna? So óansæð hvat Landsstýriskvinnan vil kennast við, so er sannleikin tann at tað er barnaverndartænastan, sum stýrir ØLLUM avgerðum.

Ein umsorganaryvirtøka verður framd eftir §19, nr. 1-5. Í flestu førðum verður ein umsorganaryvirtøka framd eftir §19, nr. 3, tá tingini so eru broytt soleiðis at umstøðurnar eru so mikið broyttar at ein framhaldandi umsorganryvirtøka eftir §19, nr 3 ikki kann fara fram, tjaa, so broytur barnaverndartænastan umsorganaryvirtøkuna til §19, nr 5, og so kann umsorganryvirtøkan halda fram. BINGO. Hetta verður góðtikið bæði av barnaverndarnevndini og høvðusbarnaverndarnevndini.

Viðmerking til svar 2
Hví vil Landsstýriskvinnan ikki svara spurninginum?

Heldur Landsstýriskvinnan verðuliga at baranverndartænastan fer av sínum eintingum at vísa á mál, sum eru framd uttan um lógina?

Sum øllum kunnugt, hyggur Umboðsmaðurin bert eftir um tingini eru farin rætt fram fyrisitingarliga, alt gott um tað. Barnaverndartænastunar kring landi hava eisini fingið fleiri áheitanir um at broyta framferðarháttin, men uttan úrslit, og hevur hetta onga avleiðing av nøkrum slag fyri barnaverndartænastuna, ei heldur sosialráðgevan á málinum. Tá Umboðsmaðurin fær fleiri klagur um barnaverndartænastuna, er tað tá ikki eitt tekin um at barnaverndartænastan ikki ger sítt arbeiði nøktandi?

Almannamálaráðið noktar at fara inn í einstøk mál og kann tí undir ONGUM umstøðum úttala seg hvussu barnaverndartænastunar arbeiða. Einasti møguleiki fyri at finna fram til um barnaverndartænastunar arbeiða eftir lógini, er at seta eitt óheft toymi at eftirhyggja umsorgnaryvirtøkur. Hetta er Landsstýriskvinnan í almannamálum, eftir øllum at døma, ikki villug til.

Um Landsstýriskvinnan hevði virðing fyri børnunum, hevði hon ikki einans fari á fráboðaða eftirlitsvitjan og góðtiki tað, sum bleiv lagt fram, men hevði heldur fari á ófráboðaða eftirlitsvitjan og biði um at sað konkret dømir hvussu tingini verða gjørd, við tí er sagt, at eftir hyggja mál. Nú tá vit ikki kenna mannagongdir hjá Politinum, men vit trúgva lítið uppá at Politiði fer at fráboða Palleba og Marsannu, at teir koma at gera húsarannsókn mikudagin 20 august kl 15.

Ráðið kann ALDRIN fremja eftirlit við lóggávuni á økinum uttan at fara inn í einstøk mál. Tá ráðið einans vil tosa við veitarin, ynskir ráðið ikki at betra um korini hjá børnunum, men ynskir heldur at hjálpa veitarinum at dekka útyvir sínar manglar.

Sum tað framgongur, er ongin óheftur mynduleiki, sum kærast kann til. Her er ongin mynduleiki foreldur ella børn kunnu venda sær til, sum kunnu fara inn í málið og kanna eftir um lógin er fylgd.

Landsstýriskvinnan hevur allar helst, í sínum arbeiði sum politistur, uppliva fleiri fer at tjóvar melda seg sjálvan, fyri at tryggja at teirra lógarbrot verða revsaði, soleiðis at teir ikki kunnu gera skaða á onnur.

Viðmerking til svar 3
Sum Joseph Goebbels segði á sinni “ Make the lie big, make it simple, keep saying it, and eventually they will believe it”

Tað tykist sum Landsstýriskvinnan hevur tikið við læru frá Goebbels, tá hon heldur vil gera lygnina størra og ljósareyðari fyri at verja barnaverndartænastuna. Men tað er nokk soleiðis skipanin skal virka, tí tað er einans børnini, sum skulu gjalda prísin.

Landsstýriskvinnan hevur staðið á Tingsins røðarapallið og hálovað at øll fyribyrgjandi hjálp eftir §15 verður sett inn, men tó so í hesum svari viðurkennir hon samtíðis at tað ikki er sikkurt at øll hjálp eftir §15 verður sett inn. Landsstýriskvinnan veit nokk ikki nær, hvar ella hvussu henda § skal/eigur at virka.

Sum Landsstýriskvinnan sjálv viðurkennir, so er tað ikki altíð at nøkur hjálp eftir §15 verður sett inn. Tá tørvur ikki er á hjálp, er ein umsorganaryvirtøka tá heimila? Ella kunnu børn bara umsorganaryvirtakast tí barnaverndartænastan vil hava eina umsorganaryvirtøku framda?

Hvørja barnaverndartænastu Landsstýriskvinnan hevur tosa við, vita vit onki um, men hetta er nokk ein dreymur, sum  barnaverdarstovan ynskir at barnaverndartænastunar skulu virka undir, tí í dagsins degi virka barnaverndartænastunar ikki á hendan hátt.

Foreldrini hava fingið eitt stempul sum óegnaði og ósamarbeiðsvillug, og børnini hava fingið eitt stempul sum problem børn, so teir partar, sum eru rundan um børnini hava onga ábyrgd og hava onga skyld í, um samarbeiði ikki riggar sum tað skal, fyri at tryggja barnsins besta.

Sum Landsstýriskvinnan sjálv vísir á, so frásiga vit okkum alla ábyrgd og leggja ábyrgdina hjá øðrum mynduleika. Hetta er blivin ein suppa av aðrari verð, ongin veit hvør eigur hvørt málsøki og eingin megnar at samstarva og taka ábyrgd fyri at tryggja barnsins besta.

Viðmerking til svar 4
Landsstýriskvinnan sigur seg verða í regluligum samskifti við allar partar á økinum, men hvussu ofta hevur Landsstýriskvinnan sett seg í samband við brúkaran? Hvussu ofta hevur Landsstýriskvinnan tosa við foreldur, sum eru undir barnaverndartænastuni?

Hvussu kann Landsstýriskvinnan halda tað ber til bert at gera lógarbroytingar uttan at hava eftirlit við um hesar lógarbroytingar verða fylgdar í praksis?

Skal Landsstýriskvinnan bert broyta tíðarfreistir tí barnaverndartænastan ikki megnar at yvirhalda hana? Væntar Landsstýriskvinnan at tað fer at betra um tíðarfreistina við at broyta hana? Átti Landsstýriskvinnan ikki heldur at tryggja at barnaverndartænastan megnaði at yvirhalda tíðarfreistina og lógina sum heild?

Hóast Landsstýriskvinnan í almannamálum lýgur Føroya fólk full og tað, sum verri er, so lýgur hon eisini fyri tingfólki, men tað kann vera hon er umskilt, tí hon lýgur ikki meira enn henni er logið.

Til seinast vilja vit takka Bjørt Samuelsen mangar ferðir fyri at stilla hesar spurningar, sjálvt um Landsstýriskvinnan einans kann geva eitt so jonkasligt aftursvar, vilja vit heita á Bjørt Samuelsen og allar aðrar politikarar, framhaldandi at seta kritiskar spurningar til eitt opið og erligt svar fyriliggur frá Landsstýriskvinnuni í almannamálum.

Vit bíða enn eftir einum erligum svarið, sum vit hava krav uppá. Og trúgva og vóna vit at Landsstýriskvinnan megnar at reisa seg úr stólinum, og finna viljan til at finna sannleikan, soleiðis at okkara gull kann mennast og nørðast í okkara høgt elskaða Føroya landi, og soleiðis fáa eitt virðiligt lív, sum tey hava uppiborðið.

Spruningarnir frá Bjørt Samuelsen og svar hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er at síggja niðanfyri.

https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9675

Familjuhjálpin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo