Danir hava eina frálíka sending, sum tjekkar um tað sum politikarar siga er satt. Og meira enn so hendir at teir eru tiknir á skeiva beininum.
Aðrastaðni hava vit eisini journalistar, sum seta seg væl inn í tingini og hava stýr á fakta. Hetta er serliga galdandi fyri almennar miðlar har tað er skattgjaldarin, sum rindar fyri teirra arbeiði.
Men tíanverri kemur tað alt ov ofta fyri í Føroyum, at journalistar ikki kenna eitt mál nóg væl.
Lýsandi dømi var í gjárkvøldið, tá journalistur í KVF hevði løgmann í sjónvarpsstovuni og spurdi hann um eftirlitið við Glasir ella vantandi eftirlit.
Tá umrøður løgmaður eykjajáttanina til Glasir í 2017, tá TG Verk fer av arbeiðsplássinum sambært løgmanni.
Men á heimasíðuni hjá KVF stendur at lesa, at TG-Verk gavst við arbeiðinum á Glasir í september 2016.
Samstundis skrivar KVF um størri játtan í tinginum til Glasir seinast í august 2017.
Her er eitt ár í ósamsvari.
Sí sending (9:00 minuttir inni í sendingini): trýst her
Les grein dagfesta 08.09.2016: trýst her
Les grein dagfesta 28.08.2017: trýst her
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo