Danska sjóverjuskipið Hvidbjørnen kom fyri løtu síðani trygt í havn, eftir at sleipibátarnir Pressarin og Samson vórðu bidnir um at hjálpa til.
Skrivstovan hjá Tórshavnar Havn upplýsir, at Hvidbjørnin lá uppankrað á reduni, men bað um hjálp at sleppa til lands, tí okkurt var við høvuðsmotorinum, so teir fingu ikki siglt ella lagt at við egnari hjálp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo