Tann sum ruddar altíð, hann ruddar ongantíð
- Johan Restorff

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“At fáa vatn úr krananum og el úr kontaktini eru so avgerandi treytir fyri lívinum her á landi, at hettar ongantíð eigur at gerast nakað í profitmakarar sleppa at gambla við!

Á sama hátt sum flestu føroysku kommunurnar syrgja fyri rennandi vatni úr krananum, hava tær leingi - allar í felag - syrgt fyri, at vit fáa streym úr
kontaktini, tá vit tendra.”

Soleiðis byrjaði vinmaður mín hendan partin av okkara telefonsamrøðu upp undir jól. Og hann helt fram - her frítt endurgivið: “Tað vóru undangongufólk í Streymoy, Eysturoy og Vágum, sum tóku stig til kommunala felagsskapin SEV.

Kommunurnar í hesum trimum oyggjunum gingu undan, og seinni eru so allar hinar føroysku kommunurnar komnar við.

SEV er ein samhaldsfastur felagsskapur, ið sambært løgtingslóg hevur veitingarskyldu mótvegis okkum øllum og skal seta øll í øllum kommununum líka. Tað merkir, at vit - hvørt vit so búgva í høvuðsstaðnum ella á minnstu útoyggj - ikki bara skulu hava rætt til streym, men at streymurin skal latast okkum til sama prís, hvar vit enn búgva!

Peningurin, sum verður goldin felagsskapinum, skal einans nýtast at menna elframleiðsluna, og SEV skal sambært løgtingslóg rekast uttan at geva fíggjarligt avkast til okkum eigarnar.

Eins og vit - hvør einasti av okkum - persónliga eigur og ábyrgist fyri rakstur, ogn, skuld, treytir og bindingar annars hjá teirri kommununi, har vit eru skrásett, eiga og ábyrgjast vit eisini hvør sær yvir fyri SEV!

Øll eiga vit okkara part, í hvørjum einasta kilowattíma, sum SEV framleiðir, og vit hava tí, inntil fyri stuttum kunna sagt, at vit framleiða og brúka okkara egna streym!

So vórðu kílar kílaðir ímillum
Men tað kunnu vit ikki siga longur! Hví? Jú, tí ávísir politikkarar - ivaleyst undir ávirkan og manipulatión av avvarðandi businessfólkum - fyri fáum árum síðani gjørdu av, at nú skuldi sjálvt lívsgrundarlagi hjá okkum øllum - elframleiðslan - gerast til spekulatiónsobjekt hjá nøkrum fáum!

Nú skuldi elframleiðslan ikki longur verða samhaldsføst og seljast brúkarum fyri netto framleiðsluprís. Nei, nú skuldi peningaligur vinningur, profittur inn í elframleiðsluna!

Nú skuldi tað ikki longur verða vit/SEV/Føroyafólk sum settu upp nýggjar vindmyllur. Tað skuldu hini fáu - t.e. oljufeløgini og tey, sum standa aftanfyri feløgini - “Vinnan” - gera!

Undanførslan var, at SEV var ikki ment fíggjarliga at seta upp nýggju myllulundirnar. Men her svíkur logikkurin. Tí fíggingarveitarar vita sjálvsagt, at tað í sísta enda verður SEV, ið sum einasti keypari av framleiðsluni, bæði skal rinda myllurnar og eisini skal rinda profittin til íleggjarnar. Tí verður tað altíð vit/ SEV, sum sita við allari fíggjarligu ábyrgdini/váðanum.

Men ikki nokk við, at tey ( politikarnir ) tóku framleiðslurættin frá okkum/SEV og góvu oljufeløgunum hann. Nú kravdu tey eisini, at vit/SEV við okkara neti skuldu keypa, distribuera og selja elframleiðsluna hjá oljufeløgunum til kostprís!

Og so løgið, sum tað ljóðar, so kravdu tey eisini, at vit ikki bara skuldu keypa tann streymin, ið brúk er fyri, nei Guðsdoy um tey ikki eisini kravdu, at vit/SEV keypa og rinda fyri allan avlopsstreymin hjá oljufeløgunum í dýrum dómum, hóast hendan ovurframleiðslan fer beint í skrellispannina!

Er tað ikki ótrúligt, at politiska valdið í einum landi krevur av øllum landsins borgarum, at tey keypa óteljandi milliónir av ónyttu-kwt, frá privatum spekulantafyritøkum?!

Úrslitiði er, í hvussu so er, at vit/SEV nú noyðast innkalkulera hundraðtals milliónir krónur í mistum peningi í okkara endaprís, vegna ónyttustreymin, sum myllurnar hjá oljufeløgunum framleiða út í tóma luft!

Nakað flenna tey, sum eiga oljufeløgini eftir okkum!

Nú privat sølulið aftrat!
Og nú eru hesir somu politikarnir aftur uppá spæl. Tey eru sum jólasprellimenn, sum sprella, tá oljufeløgini toga í endan!

Nú skulu oljufeløgini rættuliga sleppa at skava róman oman av!

Nú skal samtakið Føroyafólk/SEV forkomast. Nú skulu slíkir rimmar kílar kílast inn ímillum okkum eigarar, okkum brúkarar og okkara egna elverk, hagartil at samanhaldið og samtakið endiliga fer fyri bakka!

Well, t.d. tann lítla partin, sum hevur ábyrgdina av undirskotsgevandi veiting til útoyggjar og smábygdir koma vit/fjøldin ivaleyst at hanga uppá! Slíkum hevur “Vinnan” valla áhuga fyri!

Tað nýggja, sum tey nú eru vorðin manupuleraði til, er, at nú skulu vit/SEV ikki einans keypa og gjalda fyri allan avlopsstreymin hjá oljufeløgunum, við harav tyngjandi útreiðslu fyri okkara rakstur.

Tí hereftir skulu vit/SEV lata oljufeløgunum o. ø. sum eyka sølulið beinleiðis atgongd til hvønn einasta elmátara og hvørja einastu kontakt í Føroyum! Og tað ígjøgnum okkara net!

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so skulu vit/SEV selja oljufeløgunum okkara streymframleiðslu til lágan heilsøluprís, fyri síðan at keypa sama streym aftur frá teimum fyri høgan smásøluprís!

Fólkaognin skal avreiðast til “Vinnuna”
Var tað stórt hjá “Vinnuni”, tá tey í 2019 fingu alt okkara fiskatilfeingi til gávis, tá verður gávan til teirra, ið fáa alla okkara elskipan til ognar, munandi størri!

Uttan nakað hóvasták, og uttan nakran váða - tí tað eru vit/SEV, ið standa við váðanum - fáa tey nú vinning burturúr hvørjari ljósperu, hvørjum komfýri, hvørjari vaskimaskinu, ja, øllum sum gevur hita ella kulda og øllum sum melur her á landi!

Tað má verða eindømi í øllum heiminum, at landspolitiska valdi, stig fyri stig tjóðartekur eina elveitingarskipan, sum allir landsins borgarar eiga, fyri síðani at geva skipanina til “Vinnuna”. Tí tað er tann vegin, tað gongur!

Politikarnir royna enn einafer at billa okkum inn, at eitt eyka sølulið bæði fer at gera steymin grønari og bíligari! Men, her gongur sjón fyri søgn!

Hygg bara eftir skilinum í okkara grannalondum.

Skipanin dýrkar streymin og seinkar sostatt grøna frambrotinum, og hon hevur eisini bæði lógarbrot og hurlivasa við sær!

Í Noregi t. d. eru 69 sølufeløg, sum selja el, og 68 av teimum hava brotið virkisreglurnar, sum tey skulu virka undir. Í Danmark er sama skili, har eru fleiri persónar endaðir í geglinum og har bróta 2/3 av sølufeløgunum dagliga reglurnar. Serliga verður okrað við prísinum til vanliga brúkaran!

Tað er bara so ótrúðliga løgið í mínum hugaheimi, at landspolitiska skipanin, ferð eftir ferð skal reyvrenna okkara fólk, og bókstaviliga frátaka fókinum tess ogn fyri at geva nøkrum fáum til big business!”

——————

Her endaði samrøðuparturin viðvíkjandi SEV, og vit báðir tóku okkum stundir til annað meira hugnaligt prát, áðrenn vit endaðu við at ynskja hvørjum øðrum eini gleðilig jól!

Eg haldi útsagnir vinmansins vera somikið áhugaverdar, at tær eiga at vekja tankavirksemi hjá teimum flestu, og tí festi eg tær á blað!

Sv. Aage Ellefsen      

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo