Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tað eru 51 ár síðani, at ein sjáldsamur norðoyingur trein fram úr fjøldini og debuteraði við einum yrkingarsavni, sum tíðum verður havt á lofti, eisini í okkara tíð. Til lívið var heitið á savninum, og Oyggjaframi gav út. Av mongum mett sum eitt rættiliga slóðbrótandi savn, eitt litterert markamót, sum eisini ávirkaði og flutti aðrar høvundar inn á somu modernistisku leið. Farrin av tjóðarfrælsi og vinstrahallari slotan rak uppi við, men hann kom bara undan kavi einaferð, og bleiv so burtur aftur úr skaldaheiminum í áratíggju, við undantaki av onkrum smáum ávarpi í tíðarritum so hissini. Líggjas í Bø fór at fáast við annað. Vinnu, aling, handil, teldur, bókhald og pening, og nú væntaði ongin, at hann nakrantíð fór at lætta lokinum av blekkglasinum aftur.

Kenni mannin stórt sæð bara frá umrøðu, sigst at hann er fáorðaður, meiri virkissøkjandi, ella sum maðurin tók til: Hann skrukkar minni og verpur meiri. Tað hevur gjørt hann til eitt slag av einum sfinxi, sum hevur verið ringur at peila av hjá teimum, sum ikki kendu hann. Kortini hava tey flestu vitað, hesum hevur hann ongantíð dult fyri, at maðurin er treytaleysur loysingarmaður. Ein av teimum sum heldur vakt við tjóðskaparligu frælsisboyuna stútt og støðugt. Árla og síðla. Soleiðis kenni eg meg í slekt við mannin, hóast vit mær vitandi ikki eru í ætt íleguliga.

Klakksvíkingar vístu mær tann stóra heiður á Norðoyastevnu í fjør, at flyta fram miðnáttarøðuna í Vágstúni. Eitt lítið brot úr røðuni: “Ein sum veruliga hevur spaðað til á hesum økinum, og sum hevur givið ikki-etniskum norðoyingum eina lýsing av tí vanliga lívinum her norðuri, umvegis stórar originalar sum Mallus og Óla Jákup Express, er maðurin, ið á sinni yrkti um teir menninar, sum elska mold. Líggjas í Bø. Aftur nú aktuellur við Jústa-ættini og øðrum Viðareiðissøgum. Maðurin er tikin úr leikum sum skribentur, og takk fái Líggjas, at hann leggur hetta fram so snøggliga, annars var hetta, sum so mangt annað, farið inn í frumtokuni og haðani sást tað ongantíð aftur. Hetta er gerandisdagurin, dagurin hjá tí vanliga manninum, eitt søguligt klípi, eitt søguligt sjónarhorn, sum fær okkum at skilja samfelagið undan okkum mikið meira enn annars.”

Tað gingu tveir dagar, nú liggur Jústa-ættin signerað í postkassanum. Bergmál frá høvundinum, ein flott reaktión. Aftur einaferð legði eg til merkis, at maðurin, sum í mong ár í gerandisdegnum hevði ferðast í ovaru loftlindum, tekur støði í vanliga manninum, borgaranum á gøtuni, hevði eg nær sagt, táið hann setist við knappaborðið fyri at siga øðrum frá um hesar frálíku søgurnar um serligar persónsmenskir, goymdar í heilagoymslum hansara. Oftast eru tað teir ið vinna og ráða, sum skriva søguna. Skrivaðu keldurnar finnast fyri tað nógva í valdshøpinum, tí verður søgan vanliga skrivað úr ovastu hædd í sosiala elevatorinum og niðureftir. Hjá Líggjasi er tað heilt øðrvísi, sympatiurin liggur hjá vanliga fólkinum, originalinum og rættvísini. Hann stendur dygst har niðri í sosialu lyftuni og hugsar og skrivar uppeftir andvegis establishmentinum, teimum sum sita fyri valdinum. Tak meg ikki í tí, men júst í hesum strukturinum haldi eg meg síggja eina marxistiska flís, goymd onkustaðni undir væðingini, sum leggur samfelagið opið úr einum heilt øðrum sjónarhorni, enn tað vit eru von við. Karl Marx var nú heldur ikki nakar mýruvongur sum greinari, skal sigast.

Hóast lítið hevur verið at hoyrt um litteraturin hjá Líggjasi í almenna rúminum, heilt nógv hava lisið hann kortini, so hava bøkur hansara gjørt mær mun. Heilt stóran mun. Mær hevur altíð dámað kontanta fasongin hjá norðoyingum, helst íkomin av kørgu og harðrendu umstøðunum, ella sum Magnus Dam Jacobsen tók til: “Er Havnin rokok, er Klaksvíkin barok.” Úr bókini um Lingu og Mallus og henni um Ó.J. Express fært tú meiri takholt á støðuni í hesum serliga samfelagnum eystanfyri Djúpini. Høvuðspersónarnir verða skiftandi gandaðir inn og út úr samfelagnum, og hóast farnir foldum frá, gerast teir merkiliga livandi, og tú kennir rákan av kringumstøðunum í næsarnar. Úr Jústa-ættini fekk eg á fyrsta sinni eina veruliga fatan um, hvussu vanlig fólk bygdu sær upp eina tilveru úti á bygdunum kring landið, áðrenn samfelagið fór undir at taka sær av tí mesta úr vøggu í grøv. Hetta er í grundini økonomiska søgan um hvussu materian, lívsgrundarlagið, varð skapt úr egnum hondum, høvdi og kringumstøðum, í hesum førinum við støði í bygdini Viðareiði.

Stórar hendingar varpa langar skuggar frammanfyri sær, verður sagt. Í eina tíð havi eg vitað, at enn eitt handrit lá klárt til prentingar. Tað skuldi snúgva seg um hitt komplexa, trupla og fyri mong eisini eyma Læknastríðið. Einaferð, tíðliga í november mánaða, liggur hetta sama handrit í einum brævskipara á Havnarskrivstovuni í Runavík, tá eg kom aftur av einum býráðsfundi, og eg gjørdist ikki sørt ovfarin. Søgan um Klakksvíksstríðið var nú umsíðir skrivað av einum manni, sum sjálvur hevði verið innanvert frontin á Pollinum og á hermótinum í bygdini. Andlit vórðu nú sett á figurarnar í hesum stríði, sum um tað mundið gjørdi Klakksvíkina og Føroyar heimsgitnar. Í øllum heimsins metropolum tosaðu fólk um hesar hendingar, og ein útisiglari frá hesi tíðini segði mær, at hann gjørdist ikki sørt kløkkur, tá hann á forsíðuni á eini avís í Rio de Janeiro sá hesa kendu myndina av sperringum, Barmi, Svínoyar Bjarna og alvápnaða klakksvíkinginum undir føroyskari húgvu, sum vardi borg ímóti fremmandari atsókn.

Ein sekvensur í yrkingini Atomøldin ljóðar soleiðis:

Í Føroyum gongur alt sína vanligu gongd.
Moralurin er góður í vandans stund:
fólkið hevur týðiliga sagt frá,
at tað vil ofra lívið
fyri hina dýru frælsishugsjón,
og tí heldur hermálsliga útbyggingin fram.

Yrkingin endar við lakonisku útsøgnini: Hugnalig øld, atomøldin.

Haldi meg í hesum brotinum síggja kredduna og hugsunarháttin hjá Líggjasi í Bø, nú hann hevur greitt úr hondum valaverkið Klakksvíksstríðið. Amerikanararnir sneiða seinra heimsstríð av við at tveita tvær kjarnorkubumbur niður yvir sakleys menniskju í Hiroshima og Nagasaki. Vit eru komin í atomøldina. Føroyingar velja loysing í 1946 og fáa heimastýrissamband, klakksvíkingar gera uppreistur í fimmtiárunum, og tá yrkingin er skrivað, reiðrast fremmandar maktir framvegis í føroyskum fjøllum, sum liður í herðandi hernaðarduppingini ímillum eystur og vestur. Stórveldini skáka hvørt annað við støðugt meiri avanseraðum ísinkrammi, teir einastu í heiminum, sum ikki fáast at binda frið, eru klakksvíkingarnir. Teir eru farnir at fata seg sjálvar sum ein stat í statinum. Eisini tí teir sakna føroyska nationalstatin, sum teir so massivt stuðlaðu á Fólkaatkvøðuni 14. september 1946.

Viderø sigur um svínoyingar, at teirra hávaksni kemst av, at teir vaksa bæði uppeftir og niðureftir. Serliga kallmennini, sum eiga røtur aftur til onkrar dovragubbar í Noregi. Um Klakksvíkina sigur hann, at hon vaks so skjótt í vavi, at hon megnaði ikki samsvarandi at vaksa niðureftir. Rótin rakk ikki slokkinum í hesi bráðu framtøku. Bráðpannan, sum fólk av alskyns slagi og úr ymsum heraðshornum vildu gerast partur av, gjørdist eitt søguligt gap, har so mangt bar til. Felagssálin – eindaridentiteturin, samleikin - var ikki stadnað, alt lá opið, og nógvir ymiskir vindar blástu inn av Pollinum og Borðoyarvík, tað ráddi um at síggja møguleikarnar, stutt var ímillum hugsan og handling, ein nýbyggjari bíðar ikki eftir nøkrum, heldur ikki sær sjálvum. Hann fremur sínar egnu fyritreytir afturat teimum natúrugivnu. Í honum býr uppdriftin, sum er runnin á hann av vakstrarlagnum í kringumstøðunum. Teir bygdu sínar egnu samfelagsstovnar, eisini Sjúkrahúsið, tí ber ikki til at síggja Læknastríðið í einum isoleraðum optikki. Tað er í grundini ein sjálvsøgd avleiðing av óvanliga vøkstrinum og vantandi fatanini, av hesum nýggja og avbyrgda samfelagnum eystast í landinum, hjá systeminum í Havn og Keypmannahavn. Perverteraði geopolitiski logikkurin hjá hesum seinru høpunum er meiri óskiljandi, tá støða skal takast til málið.

Fleiri hava í bitum viðgjørt Læknastríðið. Óli á Dalinum skrivar um tað í bókini um Fischer Heinesen. Í Fróðskaparritið 60. Bók, sum var givið út í 2013, skrivar Hans Andrias Sølvará áhugaverda og drúgva greining um Stríðið, út frá skrivligum keldum, væntandi fer hann at gera meiri við málið í næstkomandi bindi av Klakksvíkar søgu, og í “Mín lívsøga til sjós” fer Richard Jacobsen ógviliga lætt um málið, hóast hann bæði var tingmaður fyri Javnaðarflokkin og formaður í kommunustýrinum í Klakksvík ein part av tíðini, sum Stríðið vardi. Hann rundar tað soleiðis av: “Tíbetur er læknastríðið farið í gloymibókina, og tey yngru vita lítið og einki um tað.” Hetta man Líggjas í Bø hava hildið vera ein óhepnan enda á einum annars nógv umrøddum máli, og eg giti, at hann við bókini Klakksvíksstríðið tilvitað hevur sett sær fyri at fylla hetta søguliga vacuumið út við tí, sum hann mintist afturá og annars visti um og hartil fann av tilfari um hetta heilt sjáldsama tíðarskeið, 1952-1955, í Klakksvíkar søgu og søgu norðoyinga.

Líggjas leggur ikki í at dylja sína støðu. Longu í fororðunum ger hann vart við, at hann hevur skrivað bókina fyri at donsku kanónirnar og politisku dómarnir ikki skulu fáa seinasta orðið, og hann staðfestir eisini, at orðingarnar av og á eru merktar av, at høvundurin er parthallur. Greið tala, og lesarin veit harvið frá fyrsta bríksli, hvørjum hann er uppi ímóti. Høvundin setir Læknastríðið inn í ein søguligan kontekst. Umvegis buldrasligu stríðsárini, har Klakksvíkin eisini varð rakt og bumbað, frælsisatkvøðuna í 46, táið 72% av borgarum býarinnar valdu, at Føroyar loystu frá Danmark, og so sosialu og átrúnaðarligu rembingarnar, sum eltu kjalarslóðina í óvanliga stóru menningini í Klakksvík hesi árini. Halvorsen lækni er eitt mál í málinum, men tað kemur mær fyri, at hann hevur sama týdning í Klakksvíksstríðnum, sum tað eina skotið í Sarajevo hevði fyri fyrra heimsbardaga.

Har hekk so nógv uppi við. Samstundis sum teir bygdu sínar egnu stovnar, skúlar, sjúkrahús o.a., vóru teir partur av skattagrundarlagnum hjá øllum landinum, og tá centralmaktin, tað veri seg í Havn ella í Keypmannahavn, tók yvir stýringina av m.a. sjúkrahúsinum, tá kendu teir seg ikki at standa nóg væl í sólini, kanska slettis ikki. Teir vórðu ikki hoyrdir yvirhøvur, so lítið, at einaferð umrøddu teir møguleikan fyri at gevast at gjalda skatt til landskassan, ella til myndugleikan í Havn. Tá renna úr svørðinum objektivar fyritreytir fyri bylting. Slagið um Føroyar var fyribils tapt við Heimastýrislógini, og nú skuldi slagið standa um Klakksvíkina. 95%´ararnir vóru klárir at manna herliðið, og hóast sagt verður, at ongin ítøkilig leiðsla var í Stríðnum, so gerst tað skjótt greitt, at nakrir commandantar taka hesa ábyrgdina á seg, hóast høpið ikki var skipað formliga. Líggjas rør framundir, at hetta mest av øllum líktist einum guerillakríggi, einastaðni skrivar hann, at Jens Christian var ein sannur orðsins maður, og einum slíkum er brúk fyri í eini kollveltingarstøðu, í aðrari syftu tekur hann til “tá ið geriljastríðið tók seg upp ímóti hersetingini”, og sum ein kendur frælsisstríðsmaður einaferð tók til: “Partisanurin er sín egni generalur. Ein avgerandi treyt fyri at partisanurin skal yvirliva er, at hann dugir at laga seg eftir viðurskiftunum, og ikki minst at hann dugir at brúka umstøðurnar sær sjálvum til fyrimunar, so langt ávegis sum gjørligt. Hann skal vera kvikur í høvdinum, og harafturat skal hann hava eitt hugflog, sum ger hann føran fyri í stundini at saðla um, at broyta taktikkin, um annars gongdin í bardaganum krevur hetta. Tað eru hesir eginleikar, ið koppa øllum vurderingum hjá kappingarneytum, hjá fíggjandaligum feltharrum og ger teir desorienteraðar og veikar.” Kortini finst altíð ein krýndur ella ókrýndur chef-commandantur í einum partisanheri. Í Klakksvík mundi havnarmeistarin og sjómansskúlalærarin Fischer Heinesen bera ta byrðuna á sínum akslum, og eftir øllum at døma hevur hann átt røttu rættvísiskensluna og avgerandi sálarstyrkina fyri at lyfta henni. Hann var primus inter pares. Tað bendir dómurin eisini á, at dómsvaldið er komið eftir, og tað sama rør sakførari hansara, Sigurð Joensen, eisini framundir í útvarpssamrøðu við Jógvan Arge fyri mongum árum síðani.

Tað fløðir og fjarar í stríðnum hesi árini, men tá borgarliga landsstýrið, við Kristiani og Hákuni Djurhuus á odda, saman við donsku stjórnini, senda danska herin til frontin í Klakksvík, tá ber av. Teir hava fingið boð um at knúsa alla mótstøðu og eru klárir at pulvurisera býin, um tað gerst neyðugt. Danski herurin, saman við donskum løgregluliðum og blóðhundum, er farin í hernaðarligt víggj ímóti donskum ríkisborgarum í Føroyum – í Klakksvík. Teir sum ráða fyri borgum í Føroyum um hetta mundið, og danska javnaðarstjórnin, fáa, helst av røttum, av grovfílini í bókini, og hon gevur eina heilt aðra mynd av hesum monnum, enn higartil hildið ímillum manna. Samanumtøkan hjá Líggjasi er sigandi: “Stóru dólgarnir vóru ríkisumboðið, umboðandi veruligu valdsharrarnar í Føroyum, og løgmaður og landsstýrið, sum als ikki skiltu sína uppgávu sum verjar av fólksins áhugamálum.” Latent liggur tað undir skrivingini, at myndugleikarnir og landslæknin og læknafelagið als onki gjørdu fyri at loysa málið, fyrrenn tað kom upp í ein stúgva.

Øll eiga at lesa hesa framúr góðu bókina, sum veruliga gevur hesum famøsa stríði lív, kjøt og sál. Halvorsen fór av landinum aftur, og so ber til at spyrja hvør vann og hvør tapti. Sølvará sigur at: “Tað er yvirhøvur trupult at finna nakrar vinnarar í læknamálinum, - um tað altso verður sæð burtur frá Tjóðveldisflokkinum, sum vann løgtingsvalið í 1958 – men skal peikast á ein tapara, so er tað fullkomna politiska maktasloysi hjá nýggja heimastýrinum, tað sum fyrst leypur í eyguni. Ítøkiliga ber sjálvandi til at siga, at myndugleikarnir vunnu læknastríðið, men tað vóru fyrst og fremst ríkismyndugleikarnir, sum vunnu hetta stríðið, meðan føroyskir myndugleikar vóru fullkomuliga hjálparleysir.” Í aftursjónini ber tó til at siga, at umframt Christianskirkjuna, vunnu norðoyingarnir á strategisku rásini slagið, samfelagið helt fram sum eitt “sjálvstøðugt” samfelag í samfelagnum, og enn hevur ongin átt dirvi í sær, at fremja metropolitiska dreymin um at niðurleggja Klakksvíkar Sjúkrahús, bara Læknastríðnum fyri at takka. Klakksvíkingar kunnu takka guerilluni undir leiðslu Fischers fyri, at fremmandir myndugleikar ikki enn tann dag í dag hætta sær at nema mál har norðuri, serliga ætlaði niðurlaðingarmál, við einum klova.

So stutt er søguslóðin aftur til Klakksvíksstríðið, at eg minnist Fischer Heinesen. Tá eg sum smádrongur onkuntíð kom á Klakksvík við pápa mínum, tá siglt varð ímillum Føroyar og útlond, kom hann umborð at vitja. Hann hevði verið lærari og stjóri á Navigatiónsskúlanum í Marstal, pápi mín er skipsførari frá sama skúla og sjálvur eri eg føddur í sama býi. Kanska rættaði hann onkuntíð kumpassina, men fyri einum 12 ára gomlum óvita líktist hann meiri einum sunnudagsskúlalærara heldur enn einum guerillasoldáti, enntá einum í broddi fylkingar. Í bitum havi eg seinri funnið útav, hvussu komplext hetta flogvitið var – spennandi allan vegin úr Emmaus út á hermótið. Líggjas fabulerar stutt um persónin í endanum á bókini, og um politiska observansin gitir hann, at í innanhýsisstríðnum í Fólkaflokkinum, stóð hann undir liðini á Thorsteini Petersen, meðan Kjølbro og Hákun Djurhuus stóðu á hinum meiri sambandska veinginum. Nú veit eg ikki um nøkur brøv ella samskifti liggja eftir Fischer, hugsi serliga um ídna leiklutin Tjóðveldisflokkurin átók sær, serliga tá nakað var fráliðið í stríðnum. Løgið skal tað vera, um samband ikki hevur verið ímillum Erlend og Fischer. Komi í hesum sambandinum at hugsa um eitt bræv, sum Grækaris Madsen skrivar Erlendi Patursson úr Kvívík í 1947, har hann eggjar honum til at fara undir at skipa ein loysingarflokk, nú Fólkaflokkurin hevur svikið. Í endanum á brævinum skrivar hann soleiðis: “Eg ætli mær at velja Fischer Heinesen, les tú bara brævið fyri honum og hinum.” Hetta bendir á, at Fischer Heinesen var svorin loysingarmaður, og stovnaðu teir ikki loysingarflokk, so var havnarmeistarin í Klakksvík hansara maður. Hetta kundi bent á, at Fischer hevur umrøtt møguleikan fyri at fara uppí politikk, men tað gjørdi hann kortini ikki.

Tíbetur kanska fyri klakksvíkingar, tí avrik hansara býnum til frama eru so magnfull og avgerandi, at býurin átti at reist honum eina standmynd.

Nú ber til at fáa eina gjølliga fatan um Læknastríðið ella Klakksvíksstríðið. Leggur man skjalatilfarið og metodisku søguligu skrivingina hjá Sølvará saman við bókini hjá leikmanninum og skaldinum Líggjasi í Bø, fær man eina sera góða mynd av einum stríði, sum næstan kennist óveruligt, ja, tað er í grundini ófatiligt at hetta kann vera farið fram í Føroyum fyri seksti árum síðani. Tá eg las Klaksvíksstríðið, kom eg at hugsa um stórverkið og bókina Stórleiki og fall triðja Ríkisins hjá amerikanska journalistinum William L. Shirer, sum var sjónarváttur í Berlin undir krígnum. Sølvará er søgumaðurin, sum ikki var føddur, tá klakksvíkingarnir vóru á barrikadunum, og Líggjas er okkara Shirer, sum var á frontinum, og ímillum teirra sum vóru á hermótinum í hesum døgum, tá Klakksvíkin lá í hørðum stríði við teir, ið ráddu fyri borgum í Havn og í Keypmannahavn.

Hendan bókin er so tikin úr leikum, at eg ætli mær at fara undir at lesa hana uppaftur.

Tórbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo