Í Dimmalætting (31/01-2024) stóðu nakrar greinar, sum viðgera verandi støðu í ferðavinnuni. Og hvussu ferðavinnan væntandi fer at vaksa. Her siga millum onnur Ferðavinnufelagið, flogvallarstjórin og hotellstjóri sína hugsan. Hetta vóru áhugaverdar greinar, og eru útlitini bæði spennandi, men eisini rættiliga ræðandi fyri okkum, ið eru í ferðavinnu, og sum eisini fáast við jørð og landbúnað.
Í nógvum førum eru ferðavinna og landbúnaður vinnur, ið sampakka sera væl. Nógv av teimum, ið vitja land okkara ynskja júst hetta. Upplivingar knýttar at tí lokala. Tað verði seg bæði mentan, matur og náttúra.
Loysnin á øllum hesum liggur beint til høgrabeini, og hugsi eg at nevna seinni.
Verandi støða og fram
Við íblástri úr áðurnevndu greinum, sær út til at øll eru samd um, at vit einans eru á byrjanarstøði í ferðavinnuni. Samanumtikið rokna hesi somu við at eini 60-100.000 vitjandi eru ferðafólk í Føroyum, harav eru Cruise skip gestir. Um flogvøllin koma eini 60.000 sum ferðafólk, restin eru føroyingar og fólk í arbeiðisørindum. Tað er eisini eitt ávíst svartskygni, tí ferðafólkatalið tykist at stagnera, og onkustaðni verður nevnt, at ferðavinnan kann fara fyri bakka, orsakað av einum máli.
Tó vil t.d. Vága floghavn byggja út og ongantíð ov skjótt, størri flogfør og fleiri flogleiðir liggja í kortunum. Vit skriva 2024 og longu í 2028 væntast 600.000 ferðafólk um flogvøllin; also nærum ein tvífalding, og í 2040 omanfyri 1 mió.
Hetta er also ikki serliga long tíð, og er hetta ivaleyst gott fyri øll sum partvís ella meir liva av og við eini ferðavinnu. Longu um 16 ár hava vit also omanfyri milliónina av ferðafólkum. Hesi skulu bæði sova, eta, leiga bilar og bussar, uppliva náttúru, og annars flytast runt í landinum.
Hví er vandi fyri at ferðavinnan stagnerar, ella fer fyri skeyti?
Onkur av greinunum nevnir, at ferðavinnan er stagnerað og stendur til at fara fyri skeyti. Rætt er, at prísstøðið í Føroyum er sera høgt, tað er dýrt at seta búgv, leiga hotellkømur og at eta úti. Ikki minst er tað sera dýrt at ferðast til og úr Føroyum, og eisini eru fleiri upplivingar dýrar.
Tað gerst alsamt truplari at ferðast eftir vegakervinum, hóast bæði nýggjar tunnlar v.m. Fleiri av væl vitjaðu plássunum hava so vánaligt vegasasmband, at trupult er at sleppa til og frá. Og hetta er ikki nakað, ið hóvar teimum vitjandi. Oftast vilja ferðafólk - eisini vit, sum vitjandi í útlondum - sleppa til her og nú. Vit vilja jú vitja og uppliva sum mest har, vit fara í stutta tíðarbilinum, vit eru á staðnum. Lítið verður umrøtt av hesum í greinunum, øll “bíða” eftir málinum um gongd í haga. Hetta tykist verða avgerandi fyri um ferðavinnan kann taka dik á seg ella ikki. Verður hesin trupulleikin ikki loystur, fer ferðavinnan fyri bakka. Serliga tí fólk klaga um ymisk viðurskifti.
Gongd í Haga og ferðavinna
Hví fáa ferðaskrivstovur klagur frá vitjandi? Eg kann ikki annað enn eisini lasta marknaðarføringini av Føroyum. Her hevur ov ofta verið marknaðarført, tað onkur ynskir, heldur enn tað, ið er galdandi. Tað ringasta sum vitjandi man verða at handla í góðari trúgv, og so fáa at vita, at hetta er als ikki so. Ofta verða tey, ið skipa ferðavinnu á egnum øki skírd at verða óskipað. Ofta av tí, at tað ikki er líka allastaðni, eitt nú broytast prísir ov ofta, os.fr.
Her er sjálvsagt nakað øll eiga at taka til sín og læra av. Klagur og viðmerkingar frá vitjandi eiga vit at taka seriøst og læra av, men harvið ikki sagt, at alt skal skipast eftir tí, sum nøkur vitjandi ynskja.
Vit mugu fyrst og fremst skipa okkum eftir okkara fortreytum, okkara ynskjum fyri land, fólk og náttúru, og ikki minst sleppa at skipa og byggja upp eina ferðavinnu, ið tænir okkum.
Skulu vit vera líka sum 2-3 lond í Europa?
Fólk vilja vera við, at um vit ikki skipa okkum við alramannarætti, so doyr ferðavinnan. Eg vil heldur siga, at um vit skipa okkum við alramannarætti, so doyr ferðavinnan, men vit fara framhaldandi at fáa nógv ferðafólk.
Eg havi ikki so stóran hug at dvølja við alramannarætt í onkrum av grannalondunum, men hetta eru stór lond við stórum óbygdum økjum, turrum og góðum summarveðri, og sum eru undir í kava á vetri.
Hesi kunnu ikki samanberast við Føroyar, her óstøðugt veður og avmarkað náttúra og ikki minst ognarviðurskifti gera hetta trupult fyri ikki at siga ógjørligt.
Vit hava altíð havt nógv vitjandi úr júst hesum londum. Og tá eg greiði frá okkara fortreytum er niðurstøðan hjá serliga norðmonnum, at varð Noreg skipað sum Føroyar var eingin alramannarættur í Noregi. “Skipa tit alramannarætt eftir norskari fyrimynd, fer alt land tykkara í knús” segði leiðarin av stórum tjóðargarði, ella nasjonalpark í norðurnoregi.
Lógaruppkot um burðardygga ferðavinnu
Her verður lagt upptil at “er einum og hvørjum frítt at ferðast uttangarðs og fram við strondini”. Hetta ljóðar ivaleyst sera skilagott fyri mong. Eisini eru onkrar ásetingar um, at hetta skal verða við ábyrgd o.a. Men her stendur eisini, at jarðareigarar ikki kunnu nokta vinnuligari ferðavinnu o.s.fr.
Hetta samsvarar við partar av marknaðarføringini av Føroyum. Og til tess at fáa hetta ígjøgnum, letur man upp fyri alramannrætti.
Um vit hugsa okkum verandi ferðafólkamynstur, er hetta kanska møguligt at gera eina tíð, í hvussu so er.
Nógv av okkara vitjandi eru bólkar, oftast samansettir av fólki, ið illa klárar at fara av asfaltløgdu gongubreytunum, so hetta avmarkar seg kanska sjálvt.
Men um vit hyggja aftur í væntaðu tølini og hava sett í gildið ein alramannrætt, fer alt at liggja viðopið, ella í hvussu er so opið, sum landsstýrisfólki í ferðavinnu loyvir tí.
Hugsandi er so at ferðaskrivstovur fara at skipa rennitúrar t.d. eftir so og so nógvum oyggjum, klatring í bjørgunum, bungeejump av brúnni í Mykinesi ella Stakkinum. Ferðavinnan og mynstri broytist ofta skjótt, og kanska skjótari enn myndugleikin nær at fylgja við.
Eftir lógaruppskotinum kunnu lokal skipa slíkt, men ikki nokta øðrum at gera tað sama. Og um lokaløkið IKKI ynskir ferðavinnu, kunnu tey í ringasta føri noyðast at standa við hattinum í hondini og takka fyri vitjanina og vóna at selja ein kaffimunn ella tveir. Tað størsta aktivið, náttúran og atkoman til hesa, missa lokaløkini rættin til at skipa eftir egnum leisti, og missa harvið møguleikan at menna økið og stýra ferðslu eftir lokalum treytum.
Tó er lagt upp til at lokaløkið fær lut í einum náttúrugjaldi, og harvið kann gera gøtur o.a., men hvør skal brúka gøturnar tá øllum er frítt at fara??
Framtíðarútlitini sambært greinunum í Dimmalætting
Vit standa frammanfyri eini fleirfalding av vitjandi um heilt fá ár.
Verður hetta skandaluupskotið um burðardygga ferðavinnu samtykt, so vendist ikki aftur. Meira vit marknaðarføra ferðavinnu eftir hesum leisti, størri verður slitið á hagarnar, bjørgini, fugalív, matframleiðslu o.s.v. Óivað broytist eisini ferðafólkamynstrið, eftir at ein klatrari leggur instagrammyndir út av einum túri upp ígjøgnum vestmannabjørgini, ella rennibólkar úr Týsklandi renna um allar Vágar.
Her kunnu gerast ein ørgrynna av útboðum, og landsstýrisfólki og kommunurnar fara at fáa eina risastóra uppgávu at fylgja við og steingja økið av ymsum orsøkum.
Vit kunnu hugsa okkum, at hetta alt verða møguleikar, sum kunnu gerast týðandi partur av ferðavinnuni. Men eftir míni fatan, skal hetta mennast í samsvar við okkara ynski úti í lokaløkjunum, og ikki tí ein ferðaskrivstova í útlandinum hevur sæð slíkar møguleikar og noyðir seg inn í landi við standardsáttmála frá einum landsstýrisfólki, og kanska enntá við einum strámanni, um tað skal verða loyvt at siga soleiðis.
Hvat kunnu vit bjóða longu sum er?
Sum øll ynskja, hava vit longu skipanir og lógir á økinum, ið gera tað sera einfalt at skipa ferðavinnu í Føroyum.
Tað besta kortið er § 41-42 og 43 í verandi lógarverki.
Við hesum greinum ber til at skipa ferðavinnuna eftir longu løgdum gøtum millum bygdir. Hetta ger eisini, at ferðavinnan og lokaløkini veruliga kunnu fara í samstørv, har bæði lyfta í felag. Fleiri samstarva longu, sum er
Ferðafólk skilja og laga seg eftir teimum lógum og reglum, ið eru galdandi har tey vitja, eisini vit, tá vit vitja onnur lond.
Tað, sum hevur størsta týdningin, er at ferðafólkini fáa at vita hvat er galdandi og hví.
Vit hava havt nógvar vitjanir, av øllum møguligum fólkum. Ikki ein hevur klaga um galdandi viðurskifti í Føroyum. Um tey fáa greitt frá, hví vit eru skipað, sum vit eru. Heldur øvugt havi eg ofta hoyrt tey siga, at vit mugu ansa væl eftir hesum landi, og tað ger man also ikki við at leggja alt víðopið.
Hví vilja vit hava ferðafólk í heila tikið?
Mín áskoðan hevur altíð verið, at sjálvandi skulu vit hava ferðafólk, so vit fáa skapt eina ferðavinnu, og harvið fáa inntøkur eisini úti um landi.
Best var um ferðavinnan var so stór og kastaði so nógv av sær til samfelagið, at tað gjørdist bíligari og betri fyri okkum skattgjaldarar, ið búleikast her. Men hetta er nokk tíverri ein andsøgn.
Sambært áðurnevndu greinum mugu helst ikki leggjast avgjøld á ferðavinnuna, serliga ikki MVG á hotell, leigubilar v.m. Hetta fer at gera tað ov dýrt hjá fólkum at vitja.
Samstundis sum hetta ikki má henda, mugu náttúruupplivingar ikki kosta ov nógv, og helst skal tað verða skipað soleiðis, at tað er ókeypis, mest sannlíkt tí so hava fólk betri ráð til gisting og mat.
Tískil roynir man nú at fara frá eini sera greiðari og ikki minst einfaldari og bíligari skipan til eina loysn, har alt skal liggja nærum víðopið, og man kallar hetta at skipa ferðavinnuna. Í stuttum kann sigast at størsta aktivið vit eiga í ferðavinnuni skal verða víðopið, og helst ókeypis.
Skeri eg teg her...
Leggja vit alt landið víðopið nú, so vendist ikki aftur. Við framskrivaðu tølunum fer alt landið í knús, um ikki myndugleikarnir senda eina ørgrynnu av skilagóðum fólki at friða, seta skelti upp, broyta samtyktir og annað mangt fyri skattgjaldarans rokning. Og hervið royna at verja øki í landinum, sum longu eru væl og virðiliga vard við verandi skipanum.
Hetta verður ein dýrur prísur, vit koma at gjalda sum samfelag, ferðavinna, mentan og allarmest náttúra. At seta hetta lógaruppskoti í verk er sum at fara yvir um ánna eftir vatni.
Mín áheitan skal verða at brúka og upplýsa um verandi skipanir, áðrenn ov seint verður.
Mín vón er at Føroya Løgting er so mikið at sær komið, at tað beinir uppskotið aftur í skuffuna, og harvið sparir kommunum og borgarum eina ørgrynnu av óneyðugum uppgávum og ikki minst peningi framyvir.
Jóannes Patursson
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo