Brasilski influensarin og lívsstílsvenjarin Kat Torres lovaði sínum fylgjarum kærleika, pengar og sjálvsvirði.
Nú hevur influensarin fingið átta ára fongsulsrevsing fyri menniskjahandil og trælahald av einum dómstóli í Brasil.
Kat Torres er dømd fyri at hava lokkað eina brasilska kvinnu til USA við tí endamáli at misnýta hana kynsliga. Sjálv heldur Kat Torres, at hon er ósek, og at rættarvitnini hava spjatt lygnir um hana av vitnisbásinum, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo