Tórsfest 2023: Bólkurin hevur útvið 20 ár á baki og løgini hava fingið fastatøku í føroyska tónleikahválvinum. Tað er nærum ongin veitsla uttan stuttligu og freku sangirnar hjá Páll Finnur Páll og er bólkurin kendur fyri, at hava fangandi og skemtandi løg.
Páll Finnur Páll hava mangan prógvað, at teir fáa áhoyrarafjøldir at kóka, tá teir tríva í vældámdu slagararnar. Vit kenna løgini ‘Eg fari mín egna veg’ , ‘Herbergið’, ‘Forelskaður sjónleikari’ og fleiri. Tit kunnu gleða tykkum, tí tað er altíð stuttligt og lív í, tá Páll Finnur Páll eru á pallinum.
Frammanundan er longu greitt, at danska heimsstjørnan Lukas Graham kemur á Tórsfest 2023 og siga fyrireikarirnir, at tað verður ein røð av framúr tónleiki – bæði føroyskum og útlendskum - at hoyra á Tórsfest 2023.
Forsøluprísurin til Tórsfest er 650 kr og prísurin hækkar 05.mai 2023.
Atgonumerki fáast hjá Telebúðunum á Tvøroyi, í SMS, Hoyvík, Saltangará og í Klaksvík, í effo í Gundadali og á www.ebillett.fo.
Tórsfest 2023 í samstarvi við OY, Burger King, ETA, Føroya Tele, effo, Atlantic Airways og betri trygging.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo