Tann sum ruddar altíð, hann ruddar ongantíð
- Johan Restorff

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í hesum døgum verður telvað um HM í skundtelving í New York.

Milliónir av talvfjepparum fylgja árligu kappingini, sum í nøkur ár hevur verið telvað millum jól og nýggjár.

Kappingin byrjaði í gjár og fyrstu fimm umførini vórðu telvað.

Tá heimsins sterkasti telvari, norðmaðurin Magnus Carlsen, í dag møtti upp í kovboybuksum fekk hann at vita, at hetta stríddi móti klædnareglunum fyri kappingina.

Carlsen fekk eina bót uppa 200 dollarar og varð biðin um at skifta brøkur.

Carlsen, sum er limur av Freestyle Chess, metti seg ikki hava stundir at skifta brøkur til seinasta umfari í dag, men lovaði at skifta buksur, tá kappingin verður tikin uppaftur í morgin.

Men fyrireikararnir noktaðu Carlsen at telva níggjunda og seinasta umfarið í dag í “jeans”.

Sostatt kom hann at tapa uttan dyst um hann ikki fann aðrar brøkur.

Carlsen hevur nú tikið seg úr kappingini. Hann verður heldur ikki við í HM í snartalvi sum verður telvað sunnudagin og mánadagin.

Fyri undirhaldið í kappingini er tað ein stórur missur at Carlsen ikki er við.

Kovboybuksurnar hjá Carlsen verða óivað eitt heitt kjakevni í komandi døgum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo