Havnar Telvingarfelag: Beint aftaná kappróðurin á ólavsøku verður talvdystur millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag.
Í nøkur ár var hetta føst siðvenja ólavsøkuaftan, seinni eisini á norðoyastevnu, men sum árini liðu, datt hesin siðurin niðurfyri. Nú verður roynt aftur.
Tíggju telvarar eru ætlandi á hvørjum liði. Talan er um kviktelving. Telvarar fáa fimtan minuttir í part umframt tíggju sekund fyri hvønn leik. Dysturin, sum er ásettur at byrja klokkan 18.30, verður tí liðugur innan ein tíma.
Telvað verður í nýggju hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen, har sangstovan hevur verið. Áskoðarar hava ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin inn á gólvið at forvitnast.
Toppdystur
Skal dystur yvir tíggju borð vera millum tvey talvfeløg í landinum, eiga Havnin og Klaksvík sterkastu liðini.
Rætt er, at Sandavágs Talvfelag hevur vunnið nógv FM-heiti í 1. deild tey seinnu árini, men í landskappingini eru fýra telvarar á hvørjum liði. Vágamenn hava yvir tíggju borð ikki breiddina hjá feløgunum í Havn og í Klaksvík, sum bæði hava tvey lið hvør í 1. deild.
Eins og í fótbólti og øðrum ítrótti valdar ávís prestisja, tá havnarmenn og klaksvíkingar telva. Hetta eru eisini feløgini, sum hava vunnið flestar FM-sigrar í bestu deildini í liðkappingini.
Úrslit í 90-unum
Hesin dysturin er sum sum nevnt ein roynd at vekja upp aftur eina gamla siðvenju við ólavsøkutelving millum bæði størstu plássini í landinum. Fyrsti ólavsøkudysturin var í 1995.
Hesi árini høvdu fleiri av bestu føroysku telvarunum, sum tá vóru lesandi uttanlands, skipað seg í eitt føroyskt útisetafelag í Keypmannahavn. Stutt eftir aldamótið telvaðu føroyingarnir seg upp í bestu deildina í donsku landskappingini. Flestu útisetatelvararnir tey árini - meginparturin havnarmenn og klaksvíkingar - vóru heima um sumrarnar, og hittust tí í hesum afturvendandi summardystum á ólavsøku saman við heimaføroyingunum.
Telvað var nakrar ferðir seinnu 90-árini - í hvussu er til 1998. Alt var kanska ikki uppskrivað. Liðini mannaðu seg við tíggju telvarum, stundum níggju ella átta.
Úrslitini vóru hesi:
Ólavsøka 1995-1998
1995 Havnin - Klaksvík 3 - 6
1996 Havnin - Klaksvík 5 - 3
1997 Havnin - Klaksvík 7½ - 2½
1998 Havnin - Klaksvík 6½ - 2½
1995
HT - KTF 3- 6
1. Flóvin Tór Næs - Heini Olsen 0 - 1
2. Luitjen Apol - Steintór Rasmussen 0 - 1
3. Suni Merkistein - Eyðun Nolsøe ½ - ½
4. Rógvi W. Rasmussen - Haldur S. Johansen 0 - 1
5. Andrias Ziska - Wille Olsen 0 - 1
6. Sámal Christiansen - Ólavur Simonsen 0 - 1
7. Herluf Hansen - Terji Petersen 1 - 0
8. Carl Eli Samuelsen - Tummas M. Anthoniussen ½ - ½
9. Súni Ziska - Hans J. Christiansen 1 - 0
1996
HT - KTF 5 - 3
1. Rógvi W. Rasmussen - Rani Nolsøe 1 - 0
2. Flóvin Tór Næs - Steintór Rasmussen 1 - 0
3. Luitjen Apol - Ólavur Simonsen 0 - 1
4. Suni Merkistein - Finnbjørn Vang 0 - 1
5. Andrias Ziska - Haldur S. Johansen 0 - 1
6. Herluf Hansen - Tummas M. Anthoniussen 1 - 0
7. Carl Eli Samuelsen - Wagn Heldarskarð 1 - 0
8. Sámal Christiansen - Thorleif Eyðun Petersen 1 - 0
1997
HT - KTF 7½ - 2½
1. John Arni Nilssen - Rani Nolsøe 1 - 0
2. Rógvi W. Rasmussen - Eyðun Nolsøe 1 - 0
3. Torben Ø. Johansen - Steintór Rasmussen ½ - ½
4. Herluf Hansen - Haldur S. Johansen 0 - 1
5. Flóvin Tór Næs - Terji Petersen 1 - 0
6. Heini Danielsen - Tummas M. Anthoniussen 1 - 0
7. Carl Eli Samuelsen - Esbern Christiansen 1 - 0
8. Sámal Christiansen - Símun P. Anthoniussen 0 - 1
9. Suni Merkistein - Ingolf Gaard 1 - 0
10. Jóhan Gaard - Óli Joensen 1 - 0
1998
HT - KTF 6½ - 2½
1. Flóvin Tór Næs - Eyðun Nolsøe 1 - 0
2. Torben Ø. Johansen - Ólavur Simonsen ½ - ½
3. Carl Eli Samuelsen - Haldur S. Johansen ½ - ½
4. Herluf Hansen - Símun P. Anthoniussen 1 - 0
5. Heini Danielsen - ? 1 - 0
6. Suni Merkistein - Thorleif Eyðun Petersen ½ - ½
7. Súni Ziska - Wagn Heldarskarð 1 - 0
8. Sámal Christiansen - ? 1 - 0
9. Poul Poulsen - ? 0-1
1995
HT - KTF 3- 6
1. Flóvin Tór Næs - Heini Olsen 0 - 1
2. Luitjen Apol - Steintór Rasmussen 0 - 1
3. Suni Merkistein - Eyðun Nolsøe ½ - ½
4. Rógvi W. Rasmussen - Haldur S. Johansen 0 - 1
5. Andrias Ziska - Wille Olsen 0 - 1
6. Sámal Christiansen - Ólavur Simonsen 0 - 1
7. Herluf Hansen - Terji Petersen 1 - 0
8. Carl Eli Samuelsen - Tummas M. Anthoniussen ½ - ½
9. Súni Ziska - Hans J. Christiansen 1 - 0
1996
HT - KTF 5 - 3
1. Rógvi W. Rasmussen - Rani Nolsøe 1 - 0
2. Flóvin Tór Næs - Steintór Rasmussen 1 - 0
3. Luitjen Apol - Ólavur Simonsen 0 - 1
4. Suni Merkistein - Finnbjørn Vang 0 - 1
5. Andrias Ziska - Haldur S. Johansen 0 - 1
6. Herluf Hansen - Tummas M. Anthoniussen 1 - 0
7. Carl Eli Samuelsen - Wagn Heldarskarð 1 - 0
8. Sámal Christiansen - Thorleif Eyðun Petersen 1 - 0
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo