Summarstødd er vorðið eitt hugtak - serliga í USA. Fleiri hava hildið uppá at pissilingurin er vorðin væl størri um summarið.
Sambært Huffington Post var tað í fjør summar at summar-pissilingurin gjørdist eitt hugtak í grein skrivað av Tracy Moore í Mel Magazine.
– Sommarpissilingurin er ein fyribils-broyting sum takkað verið hitanum gevur tær eina øking í fleiri mánaðir viðvíkjandi støddini á skaftinum, skrivaði hon.
– Tað er sum um bróstini á kvinnum brádliga gerast størri frá mai til august, legði hon afturat.
Sambært Huffington Post hevur mýtan um summar-pissilingin higartil bygt á skemtisøgur frá monnum og kvinnum sum halda seg hava merkt eina munandi øking.
Og sum kent so reypa menn ongantíð av støddini.
Men er nakað vísindaligt hald í páhaldinum?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo