Fólkakirkjan: Sunnudagin 18. juni skipar dómprósturin Hanus Pál Jógvansson í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.
Hanus Pál tekur við embætinum eftir Jens Mortan Mortensen, sum fór frá fyri aldur í fjør.
Hanus Pál hevur verið virkandi sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hann er 30 ára gamal, og hevur lokið teologiskt embætisprógv frá lærda háskúlanum í Århus í 2020.
Nýggi sóknarpresturin verður skipaður í embætið undir gudstænastuni í Hvalbiar kirkju kl. 11.00.
Hann byrjar í embætinum 1. juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo