Haraldur kongur av Noregi er lagstur við korona. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.
- Kongurin er fyribils sjúkrameldaður til hann er frískur aftur, sigur tíðindastovan.
Haraldur var eisini sjúkur av korona í fjør. Hann gjørdist sjúkur 22. mars men var so mikið byrgur aftur longu 1. apríl, at hann var klárur at traðka til aftur tá boð vóru eftir honum.
Haraldur 5. er 80 ára gamal.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo