BirkBloggur: Týskvøldið var eg púra paff av 26 ára gomlu norsk-føroysku sopransangarinnuni, Hanne Marit Mordal Iversen, sum sang í ólavskirkjuni, hinari elstu í landinum, undir hevdvunnu yvirskriftini Bach í kertiljósi, sum úrvalssolistar saman við Aldubáruni, hava framført, eftir at Meinhard Bjartalíð, prestur, hugleiddi so hugfarsliga um júst Bach, so tað ljómaði gjøgnum øldir, tríggjar minst, meðan vit í tí fjara hoyrdu sogið av sjógvi og aldu beint uttanfyri aldargomlu múrarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo