- Vit eru um at sigra á Ísrael og taka aftur landaøkini í Gaza, sum eru tikin frá okkum. Bardagin er fluttur inn í hjarta á zionistisku eindini.
Nakað soleiðis segði ovastin í palestinensiska Hamas bólkinum sum síðani í gjár hevur framt ógvuslig álop á Ísrael, bæði á landi og úr luftini, eins og hevur tikið nógvar 100 ísraelskar statsborgarar sum gíslar.
Ismail Haniyeh segði í palestinskum sjónvarpi, at eisini tey londini í arabiska heiminum, sum hava gjørt millumlanda avtalur við Ísrael um eitt nú flogsamband og normal, diplomatisk viðurskifti, fara at sanna, at hesar avtalurnar eru virðisleysar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo