Minst eitt fólk liggur eftirá og minst 15 eru særd av rakettum, sum hava rakt fleiri mál í Ísrael.
Rakettirnar eru skotnar úr Gaza og Hamas hevur tikið ábyrgdina.
Eisini frættist frá skotbardøgum ímillum Hamas og ísraelska herin har suðri í landinum.
Hetta er álvarsligasta støðan síðani 10-daga kríggið ímillum Ísrael og Hamas í 2021, skriva fleiri miðlar.
Benjamin Netanyahu forsætisráðharri er í skundi farin á fund við herleiðsluna, skrivar The Times of Israel.
Hamas terrorists seen clashing with Israeli forces in southern Israel. pic.twitter.com/uJWd07xpVO
— Emanuel (Mannie) Fabian (@manniefabian) October 7, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo