FSF: Veðrið má sær sjálvum ráða, og tað mugu vit bara enn einaferð staðfesta. Veðrið er eisini ein stór avbjóðing fyri tey, ið leggja ymisku kappingarnar hjá Fótbóltssambandi Føroya til rættis, og hetta kom aftur til sjóndar sunnudagin, tá sundalagsmenn vitjaðu á Toftum.
Eftir ætlan skuldu B68 og EB/Streymur spæla seinnu hálvfinaluna í gjár, men tá dysturin skuldi bríkslast í gongd, var so mikið nógvur vindur á Svangaskarði, at dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen valdi at avlýsa.
Og nú hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt, at seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym verður mikudagin 11. oktober. Fyrri dysturin endaði 3-0 til toftamenn.
Í hinari hálvfinaluni dystast HB og 07 Vestur. Seinna hálvfinalan teirra millum verður mikudgain 4. oktober, eftir at fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo