Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Ein ungur maður er í dag grundlógaravhoyrdur í Føroya Rætti skuldsettur fyri dráp, men ikki varðhaldsfongslaður.

Málið snýr seg um, at tann 21. november í 2012 varð 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen funnin deyð við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund.

Føroya Rættur sigur at grundaður illgruni er um, at ungi maðurin er sekur í at hava dripið ungu kvinnuna, men rætturin heldur ikki at maðurin fer at ávirka kanningararbeiði og avgjørdi tí ikki at varðhaldsfongsla 24 ára gamla mannin.

- Ákæruvaldið hevur avgjørt at kæra avgerðina hjá Føroya Rætti til Eystara Landsrætt, tí talan er um eitt serligt mál, sum er um møguligan álvarsaman kriminalitet. Tí vilja vit hava at Landsrætturin fær møguleikan at taka støðu, um ungi maðurin skal varðhaldsfongslast ella ikki, sigur varafútin Linda Margrethe Hesselberg.

Linda Hesselberg, varafúti sigur, at løgreglan hevur framt umfatandi kanningar. Kvinnan doyði í november 2012, tá hon bleiv funnin við byrgingina um Haraldsund. Løgreglan tók kanningarnar uppaftur í 2018 og hevur framt umfatandi avhoyringar av vitnum.

Grundlógaravhoyringin varð hildin fyri afturlatum hurðum. Tí kann ákæruvaldið ikki geva nærri upplýsingar um malið.

Málið er kært til Eystara Landsrætt, og ákæruvaldið fær ikki sagt meira um málið í løtuni.

Ákæruvaldið bíðar nú eftir niðurstøðuni hjá Eystara Landsrætti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo