Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

OILWIND: Fýra mánaðir og fýra milliónir krónur aftaná, er skipið “Narluneq” frá Narsaq klárt til fiskiskap.

Narluneq er ein fyrrverandi trolari og krabbabátur. Tey seinastu nógvu árini hevur tað virkað sum vaktarskip og til kavarauppgávur o.a.l. Onkur helt fyri, tá skipið kom á Miðvág, at tað nokk var ávegis til upphøggingar, men skipið er nærum ikki til at kenna aftur, nú alt er sett í stand og útgjørt til fiskarí aftur. Alt er gjøgnumgingið og nærum allir slitdeilir útskiftir.

Motorarnir eru gjøgnumgingnir. Frystiskipanin er uppstigað, tveir plátufrystarar ísettir, og frystiorkan er nú 12-15 tons um døgnið. Kapasiteturin í lastini er eisini øktur og skipið kann lasta smá 100 tons av blokkfrystum svartkalva. 

Ein automatisk línuskipan er eisini ísett, hvar húka kapasiteturin er 12000 húkar. Pláss er eisini fyri meiri línu, men kappasiteturin er nøktandi til fiskiskapin, sum skipið er ætlað til.

Nýtt garnaspæl, garnhálarar og hagreiðingarútgerð til garnafiskiskap er ísett. Gørnini vera drigin á shelterdekkinum og verða síðan flutt niður á arbeiðsdekkið, har tey blíva reinsaði, og svartkalvi og annar fiskur verður tikin frá. Gørnini verða síðan hálað ígjøgnum rør aftur í garnapavnarnar aftast í skipinum. Tey eru so klár at seta út aftur, um ein vil tað.

Nú skipið er klárt til fiskiskap, er tað helst einasta frystiskip av sínum slag, sum hevur tveir fiskireiðskapir umborð í senn. Í grundini kann tað á sama túri bæði seta og draga gørn og seta og draga línu sera effektivt og lætt. Aftaná royndartúrin og smærri tillagingar er reiðari og manning sera vælnøgdir við føroyska avrikið. Narluneq er nú ávegis til fiskiskap í Vestur Grønlandi. 

Tað er OILWIND í Miðvági, sum hevur staðið fyri uppgávuni. Afturat OILWIND hava fleiri dugnaligir føroyskir undirveitarar verið við til at loysa hesa væl úr hondum greiddu uppgávuna.

Filmar og onnur kunning um verkætlanina verður at síggja á Facebook síðuni hjá OILWIND í næstum.

FLEIRI MYNDIR

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo