Í morgin gul av útnyrðingi, klárt veður við sólglottum og hitin um minus tvey stig.
Týsdagin trilkar hann vindin spakuliga av landnyrðingi, samdrigið og hitin um frostmarkið.
Mikudagin frískur vindur av norði, tað kavar og hitin um frostmarkið.
Hósdagin gul ímillum vestan og norðan, okkurt kavaælið og hitin um 2 stig.
Fríggjadagin fyrst strúkur í vindi av útnyrðingi, seinni minkar hann vindin av norði ella landnyrðingi. Sól onkra løtuna og hitin ímillum 4 og 1 stig.
Næssta vikuskfti verður ættin norðan, tað kavar ein stóran part av tíðini og hitin millum 0 og minus 1 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo