Hagstovan: Í august í ár vóru 27.147 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru góðar 10.400 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Talið av gistináttum hjá dønum vaks í august við 56% í mun til sama mánað í fjør, meðan talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist.
Síðan korona rakti hava føroyingar átt bróðurpartin av gistingunum, men í august áttu føroyingar einans 11% av gistináttunum. Tað er umleið á sama stigi, sum tað var í august 2019.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo