Peter Fleetwood, sum hevur verið prestur hjá katolikkunum í Føroyum síðani 2020 hevur valt at stinga í sekkin, tí danskar lógir sum regulera fremmand starvsfólk innan kirkjugátt gjørdu honum lívið ov trupult.
Tað sigur hann við miðilin The Pillar.
- Ímeðan eg búði í Føroyum sá eg nærum ongantíð passið hjá mær, tí tað skuldu myndugleikarnir hava, sigur Peter Fleetwood, sum harmast um, at tað var so tvørligt at ferðast.
- Eg haldi, at starvsfólkini á politistøðini í Havn nærum tóku synd í mær, men skipanin er donsk, og har eru sera strangar reglur um fremmand prædikufólk.
Peter Fleetwood sigur eisini, at honum dámdi væl at vera í Føroyum, hóast alt ikki gekk sum eftir ánni í samkomuni. Og so letur hann eisini illa at skattaskipanini sum gjørdi, at hann í veruleikan onki hevði eftir at lønini, hann fekk fyri at arbeiða her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo