Jónfinn Stenberg og Jens Jákup Hansen eru farnir undir at gera dokumentar um lagnudystin í 1988, tá ið SÍ, við javnleiki, megnaði at forða MB at flyta upp í bestu mansdeildina í fótbólti.
- Eg var sjalvur til staðar í Sørvági henda dagin. Minnist hvussu skuffaður eg var og havi ofta hugsað um hendaðn dagin síðani, sigur Jens Jákup Hansen, tá ið VP spyr um ætlanina.
- Eg fortaldi Jónfinn um dystin, og hann var beinanvegin klárur, um vit ikki burdu farið at gjørt eina sending um henda dagin.
- Tað er ikki so ofta at øll liðini á einari oyggj eru involvera í einum uppflytingardysti. Øgiliga dramtiskt, sigur Jens Jákup.
Hann greiður frá, at Neinbjørn Nattested hevði eitt kopi av dystinum liggjandi.
- Og tað var stuttligt at siggja dystin. Skuffilsi kom hjá mær aftur, tá útjavnandi málið aftur var at síggja á skíggjanum, sigur Jens Jákup.
Hann upplýsur at beint nú eru teir i gongd við at finna fleiri upptøkur og myndir frá degnum og at skaffa fígging til projektið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo