- Tað gongur rættan veg við grøna orkuskiftinum í Føroyum, tað sigur Heri Mortensen, deildarleiðari hjá SEV, við KvF í kvøld. Hann segði, at samanum tikið, so hevur fyrsti ársfjórðingur í ár verið 70% grønur.
SEV skrivar á heimasíðuni, at tá tími jarðarinnar, Earth Hour, var í gjár, so var framleiðslan í Suðuroy 100% grøn og í meginøkinum 90% grøn.
- Eins og undanfarin ár heldur Sev eyga við, um framleiðslan fellur hendan tíman. Í ár vóru fólk eins røsk at sløkkja og í fjør. Elnýtslan minkaði 3 MW, sum er tað sama sum í fjør. Higartil er 2020 tað árið, har flest sløktu. Tá minkaði framleiðslan 4,78 MW tímar jarðarinnar, sum svarar til ársnýtsluna hjá einum vanligum húsarhaldi, sigur SEV á heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo