Tórshavnar kommuna: Nú um middagsleitið varð fyrsta skotið latið av fyri Húsareynstunlinum í Havn. Tunnilin verður 1,84 km til longdar og samlaða vegalongdin á innkomuvegnum íroknað tunnulin er verður 6,25 km.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í stuttari røðu, at hetta er ein stórur dagur fyri Havnina.
- Hetta er ein sera stórur dagur fyri ein stóran part av Føroya fólki, nú vit skjóta hol á fyrsta býartunnil í landinum, ið fer at lætta trýstið á veganetið inni í Havnini og leiða ferðsluna trygt, lætt og væl framvið og inn í Havnina eftir fleiri til- og frákoyringum.
- Nakrar dagar fyri jól í fjør samtykti Tórshavnar býráð endaligan sáttmála við Articon um heildararbeiðstøku av innkomuvegnum og tunlinum undir Húsareyni.
- Aftaná varð avtalan millum Articon og Tórshavnar kommunu undirskrivað. Samstundis varð sáttmáli millum Pf. Eystur- og Sandoyartunlar og Tórshavnar kommunu um vegin frá rundkoyringini á Hvítanesi til innkomuvegin undirskrivaður.
- Hetta var endin á eini áralangari roynd at finna eina loysn á málinum um innkomuvegin. Eftir drúgvar samráðingar varð avtala undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til innkomuvegin.
- Innkomuvegurin fer ikki einans at lætta trýstið á Hvítanesvegin og Eystara Ringveg, men av tí at øll ferðslan til vesturbýin og ferðslan til eitt nú Gomlurætt fer omanfyri býin, lættir tað trýstið á allar trongarnar, ið nú eru eitt nú í Óluvugøtu, á Sundsvegnum, rundkoyringini á Hálsi og á Villingardalsvegnum.
- Ein rundkoyring verður gjørd við frákoyringum omanfyri Sandvíkarhjalla. Hesum arbeiði stendur Tunnilsfelagið fyri í samráð við Tórshavnar kommunu og Landsverk.
- Her frá Krákugjógv við Villingardalsvegin verður ein tunnil nú gjørdur undir og útum Hotel Føroyar. Har, sum tunnilin kemur út, verður ein rundkoyring gjørd, harav Tórshavnar kommuna fær tvær greinar. Frá eini grein verður ein vegur gjørdur oman til Dánjalstrøð við Marknagilsvegin.
- Landið skal somuleiðis hava tvær greinar; tann eina greinin skal føra ferðsluna víðari til Oyggjarvegin, tann seinna greinin skal føra ferðsluna víðari til sandoyarleiðina, sum seinni helst eisini verður suðuroyarleið. Alt vegastrekkið frá rundkoyringini oman fyri Sandvíkarhjalla og yvir til Marknagilsvegin verður kommunalur vegur.
- Tórshavnar kommuna ber kostnaðin av verkætlanini við stuðli frá landinum. Stuðulin frá landinum til verkætlanina verður tilsamans um 110 mió. kr., sum ásett er í løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn. Stuðulin verður veittur yvir 5 ár.
- Nú sprongja vit fyri tunlinum undir Húsareyni. Her er talan um ein sokallaðan 10,5 meturs tunnil. Tað merkir, at hann er 10,5 metrar breiður.
- Tunnilin verður 1.840 metrar langur. Eg kann nevna, at longdin á vegnum frá rundkoyringini omanfyri Hvítanes niðan til, har tunnilin byrjar, er 3.67 kilometrar – og longdin á vegnum frá har, sum tunnilin kemur út og til Marknagilsvegin, er 740 metrar.
- Hetta merkir, at samanlagda longdin á nýggja innkomuvegnum við tunlinum verður 6,25 kilometrar.
- Eg skal veita eina hjartans tøkk til bæði undanfarna og sitandi landsstýri fyri vælvild, og til Føroya Løgting fyri at hava játtað stuðul til verkætlanina. Ein stór tøkk til Landsbyggifelagið fyri at hava teknað tunnilin, til okkara egnu teknisku umsiting, sum eisini hevur eftirlitið.
- Eisini ein tøkk til Búnaðarstovuna, Landsverk og bóndan á Vatnaskørðum fyri gott samarbeiði. Og eisini ein stór tøkk til íbúgvarnar ovast í Hoyvíkini fyri sýnt tolni í sambandi við órógv av arbeiðnum.
- Og seinast, men ikki minst, ein stór tøkk til Articon fyri skjótt og gott arbeiði, segði ein vælnøgdur borgarstjóri at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo