Í fjør bleiv Miðnám á Kambsdali góðkent at standa fyri sokallaðu DELF próvtøkuni, og í farnu viku bleiv fyrsta prógvið handað Rebekku Askham, sum eisini tók studentsprógv í summar.
DELF stendur fyri Diplôme d’études en langue franҫaise og er skipað í trimum torleikastigum. Endamálið er at fáa skjalfest førleikarnar í fronskum eftir einum felags evropeiskum leisti.
Fransktlærarar skúlans, Hanna Jensen og Hallgerð Brim, eru góðkendir próvhoyrarar og próvdómarar til DELF royndirnar. Tær eru skúlaðar frá franska stovninum, Institut Franҫais, í Keypmannahavn.
Næstu royndirnar verða í tíðarskeiðnum 24., 25., og 26. apríl í 2017.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo