Fyri fyrstu ferð síðani korona virusið byrjaði sína herjan er ongin nýggjur tilburður funnin í milliónbýnum Wuhan í Kina, har sum alt byrjaði.
Tað vísir ein uppgerð, sum heilsumyndugleikarnir í Kina hava kunngjørt í morgun lokala tíð.
Á kinesiska fastlandinum eru 34 nýggir tilburðir av korona smittuni funnir seinasta samdøgrið. Men ongin teirra, sum nú er staðfestur, var fastbúgvandi í Kina. Tað er eisini fyrstu ferð síðani byrjanina, at ongin nýggjur tilburður er funnin ímillum fastbúgvandi kinesarar í Kina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo