Seyðahundasambandið: Aftur í ár er føroyska landsliðið við í Continental Sheepdog Championship (CSC).
CSC er evropameistarakapping fyri seyðahundar. Kappingin er í Eysturríki í ár. 108 hundar luttaka í kappingini, teir umboða 18 lond. Byrja verður i morgin 28. august. Tríggjar teir fyrstu dagarnar verða innleiðandi kappingar. Sunnudagin verður finalan, tá seks teir bestu hundarnir, úr hvørji innleiðandi kapping, kappast.
Føroyar luttaka við 4 hundum:
Tummas Jacobsen við tíkini Linn og hundinum Moss
Jónstein Petersen við hundinum Gripur
Ketty A. H. Winther við tíkini Ragna
Føroyar hava undanfarin ár staðið seg væl í kappingini, har fleiri av heimsins bestu hundum luttaka.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo