At eg ikki var vøkur gjørdist mær ein signing. Tað fekk meg at dyrka mínar innaru gávur. Vakurleiki er ein forðing fyri kvinnuna
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vágaportalurin frá Løgtingsskrivstovuni hevur fingið innlit í eftirlønirnar hjá løgtingsfólkum og løgtingsformonnum, undantikið landsstýrisfólkum, er tað nokk so skelkandi, at so stórur munur er á teirra eftirlønum og so henni, ið vanligir fólkapensjónistar fáa.

Løgið, at Løgmansskrivstovan ikki hevur svarað uppá fyrispurningin um eftirlønirnar hjá landsstýrisfólkunum. So  nógv hevur hon heldur ikki at gera, at ikki ber til at seta fimm minuttir av til at trýsta á ein teldutøpp og síggja tølini.

Tað stutta av tí langa er, 46 fyrrverandi løgtingsfólk og tveir fyrrverandi løgtingsformenn fáa millum kr. 1.929,44 kr.  og 31.171,27 kr. um mánaðin í eftirløn í løtuni, er svarið til VP frá Løgtingsskrivstovuni. 

Egin lønarmál skjótt avgreidd
Hvørjaferð, mál um hækkan av lønum og eftirlønum hjá landsins politikarum eru til viðgerðar í løgtinginum, er hetta einki problem. Øll eru so rørandi samd um, at tey gera eitt so stórt arbeiði okkum øðrum at gagni, at tað er ein sjálvfylgja, at egnu  lønir teirra hækka. Málið verður avgreitt pr. omgående.

Men tá talan er um at lata nøkur oyru aftrat til pensjónistarnar, er hetta knappliga ein ómetaliga tung fíggjarlig byrða at leggja á herðarnar á yngra arbeiðandi ættarliðnum.

Vit pensjónistar drena landskassan, verður sagt.

Helt meg hoyra stjóran í Landsbankanum siga í Degi & Viku so seint sum í gjárskvøldið, 29. aug. 2022, at tað í dag skulu fýra fólk til at fíggja ein pensjónist.

Ak, ja, eg meini tað.

Tað løgna við politikaraeftirlønini er, at hon framvegis verður goldin eftirlivandi hjúnafelaga, sum hevur rætt til 74 pct. av eftirlønini hjá politikarakonuni/manninum.

So skuldi man trúð, at tað sama var galdandi fyri pensjónistar, at tann eftirlivandi hjúnafelagin hjá einum pensjónisti somuleiðis fekk nøkur prosentir av pensjónini hjá tí farna.

Men nei. Tann eftirlivandi fær einki.

Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo